Ber til at loysa íbúðartrotið?

 Ja, men tað tekur nógv, nógv longri tíð enn mong ynskja sær. Tíverri.

Tann eksplosivi fólkavøksturin vit hava havt seinastu árini, hevur sett eitt, fyrr ókent trýst, á bústaðarmarknaðin í Føroyum.

Vit hava ongantíð fyrr upplivað slíkt trýst fyri at fáa egnan bústað. Til leigu ella ogn.

Tað er lokkandi at seta búgv í Føroyum. Serliga í so góðum tíðum.

Hvør hevði hugsað sær fyri fáum árum síðan, at fólkatalið fór at vaksa við næstan 10 % uppá so stutta tíð, sum vit hava nú upplivað? Tað svarar til, at eitt land sum Danmark fekk 500.000 borgarar, Týskland fekk 8 mió. nýggjar borgarar, ella at USA fekk 35 mió. fólk afturat sínum fólkatali í sama tíðarskeiði. Einans uml. 8 ár.

Tað gevur stórar trupulleikar, óansæð hvørjum landi man býr í. Tað mugu vit ásanna.

Tað sigur seg sjálvt, at vit sum samfelag, sum hava brent okkum meira enn eina ferð økonomiskt, hugsa okkum um og tryggja okkum móti verri tíðum. Og tað skulu vit. Og tað er tí, at vit nú uppliva hetta ógvusliga og ónormala trýstið á bústaðarmarknaðin. Tí trýstið er ónormalt og ókent.

Trøini vaksa heldur ikki inn í himmalin hesa ferð. Verri tíðir koma einaferð aftur, trúgvið mær. Og hvør hevur bundið um heilan fingur tá?

Eingin torir at brúka sín pening soleiðis uttan totala trygd fyri, at mann fær sín pening aftur.

Hetta við trotinum á bústaðarmarkanaðinum fer tíðin at loysa náttúrliga. Men tað tekur tíð. Langa tíð.

Tað, sum nú er umráðandi, er, at vit ikki loypa framav í óðum verkum, og skuldarbinda fólk, sum ongan kjans hava at gjalda sína skuld aftur fyri at seta føtur undir egið borð.

Tað ynskir eingin.

 

Hilbert Elisson