Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Barnaverndarskipanin má endurskoðast

2014-12-23 17:27

Í framhaldi av mínum skrivi: ” Hevur kritiska røddin gróðralíkindi í Føroyum?” Vil eg bera inn nakrar tankar, sum fokusera serliga uppá vandastøðuna, sum eitt samfelag kann koma í, tá ið menniskju hava vunnið sær so stórt álít og trúvirði, at øll tann almenna skipanin, sum skal tryggja okkum borgarum tryggleika og rættvísi, stendur handlingslamin.

Havi fingið innlit í eitt barnaverndarmál, sum vísur, hvat kann henda tá ið tílíkir persónar møta einari inkompetentari barnaverndarskipan, sum sýnist hava allar heimildir at gera sum teimum lystir.

Í Føroyum situr ein mamma, einsamøll, sorgarbundin og svikin. Ein mamma, sum ikki hevur barn sítt heima hesi jól, og sum møguliga ikki fær barnið aftur til nøkur jól. Ein mamma, sum við markleysum kærleika saknar barn sítt, og skilur ikki, hvussu hetta kundi henda fyri seg.

Tí grundarleyst, við ósannindum og við bert at taka tann eina partin fyri fult, situr barn hennara ikki heima hjá henni á jólum og hevur eiheldur bústað hjá mammu síni longur.

Hetta er ræðandi og óhugnaligi veruleikin í føroyska samfelagnum í dag, og so órógvandi tað má ljóða fyri fólki, so hevur tað eydnast hesi skipanini at tiki barnið frá einari mammu, sum er vælvirkin og sjálvbjargin. Í hesu sváru støðu hevur mamman hvørki fingið stuðul ella hjálp frá barnaverndarskipanini.

Rættarskipanin hevur tvær ferðir givið mammuni viðhald í hesum máli (!)

Men Barnaverndartænastan letur ikki hetta rína við seg – tí tað er bara ein veruleiki til – nevnliga tann veruleikin, sum tey í felag smíðað saman við fosturfamiljuni.

Allir viðkomandi myndugleikar, stovnar og persónar, sum vara av hesum máli, hava fingið innlit í málið og møguleika at taka hetta upp - men har valdar einans tøgn og frá øðrum máttloysi.

Við tílíkum valdi, sýnist tørvur vera á at endurskoða lógarverkið á hesum øki.

Hvussu kann hetta henda í Føroyum í 2014?

Óiva havi eg órógvað nøkur, kanska havi eg órógvað fleiri, men um úrslitið verður, at henda sak fær eina rætta viðgerð, at Barnaverndarskipanin gerst kompetent og professionel, at lógarverkið á hesum øki verður endurskoðað, at vit sum samfelag gerast betri at bróta tøgnina í truplum málum og tora at ganga ímóti sterkum kreftum, tá ið tørvur er á tí – ja so er nógv munagott rokkið.

Eg ynski øllum í Føroyum eini gleðilig og hugnalig jól.

Steinbjørn Hardlei