Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Barnaverndarskipanin - ein valdskipan, ið ikki kann røkkast

2015-01-30 14:21

Í framhaldi av mínum skrivi: ” Barnaverndarskipanin má endurskoðast” (desember 2014) vil eg fylgja upp, bera fram mínar upplivingar av skipanini og geva eina støðumynd.

Skrivið hjá mær um Barnaverndarskipanina hevur viðført nógvar reaktiónir og serliga eru tað fólk, sum koma við upplivingum um barnaverndarmál, ið vísa somu ræðandi mynd av skipanini – Barnarverndarskipan okkara virkar als ikki eftir ætlan!

Tað, sum eyðkennir Barnaverndarskipanina, ið er álvarsliga merkt av inkompetensu, er at leiðsla og starvsfólk í skipanini antin ”undirhandla” ella ”yvirhandla”. Tað merkir at skipanin í lutfallsliga stóran mun er (ov)passiv har hon átti at veri aktiv, og at hon í lutfallsliga stóran mun er (ov)aktiv har hon átti at tiki ein meira passivan og stuðlandi leiklut.

Í báðum førum viðførir inkompetensan, at skipanin dregur eftir seg mangar sorgarleikir fyri børn og foreldur í Føroyum.

Hetta er tann mynd av Barnaverndarskipanini í Føroyum, ið verður teknað av teimum innberingum og upplivingum, ið eru av skipanini – og tær eru ikki fáar!

Umframt, at skipanin ikki hevur neyðugu førleikarnar at handfara sín týðandi leiklut í samfelagnum, so er lógarverkið kring hesa skipan smíðað á tílíkan hátt, at ongin kann fara inn og rættleiða ella broyta avgerðirnar hjá Barnaverndartænastuni – og hetta er sera álvarsamt. Tí saman við inkompetensuni og hesum veikleika í lógarverkinum, so verður skipanin so at siga ein valdsharri, ið ikki kann røkkast av øðrum myndugleikum og stovnum – vit hava fingið ein ”bastard” í rættarsamfelagnum.

Í seinasta skrivi mínum nevndi eg eitt barnaverndarmál, ið eg havi fingið innlit í. Hetta málið er týðiliga eitt mál har Barnaverndarskipanin hevur ”yvirhandla” og yvirtikið barn frá mammuni, plasera tað hjá einari umlættingarfamilju við einari avgerðartilgongd, sum als ikki hevur nakað fakligt grundarlag.

Serfrøðingar, løgfrøðingar og fólk við hollum royndum innan barnaverndarmál eru á einum máli um, at hendan sakin er púra grotesk, og hevur helst ikki sæð sín líka áður í Føroyum. Rættarskipanin hevur tvær ferðir givið mammuni viðhald (!). Avbjóðingin er tó framvegis tann, at fáa hesa skipan at broyta avgerð og harvið viðurkenna eitt so stórt og menniskjaliga kostnaðarmikið mistak!

Nú henda sak hevur koyrt í longri tíð gerst enn meira týðiligt, at saksviðgerðin miðvíst í síni avgerðartilgongd bert hevur nýtt frágreiðingar frá einari síðu at taka avgerðir útfrá – og harvið ikki gjørt sítt fakliga heimaarbeiðið - og sýnist harumframt tilvitað at hava fjalt ella ikki tikið við viðkomandi og avgerandi vitan. Hetta er sera álvarsamt og hetta er vorið ímyndin av einari barnaverndarskipan, ið hevur spælt sær av við alt álít!

Spyrji tí enn einaferð, hvussu kann hetta fara fram í Føroyum? Hví fær hetta ikki avleiðingar? Ber tað til at taka so týðandi avgerðir fyri eina familju og syndra hana sundur – uttan haldgott grundarlag? Góðtaka vit, at saksviðgerðin í Barnaverndarskipanini er á so lágum støði? Hví svarar politiski myndugleikin ikki hesum aftur og tekur neyðug stig?

Allir viðkomandi myndugleikar, stovnar og persónar, sum vara av hesum máli, hava fingið innlit í málið og møguleika at taka hetta upp - men har valdar einans tøgn og frá øðrum máttloysi.

Við hesi støðu og tí veruleika at álitið á Barnaverndarskipanina við hesum er farið, ikki minst millum fólk og starvsbólkar, ið skulu gagnnýta hana – so er alneyðugt, at vit fáa eina endurskoðan av skipanini skjótast gjørligt.

Hetta fevnur um:

  • At seta í verk eina kanning av Barnaverndarskipanini
  • At tryggja neyðugu førleikarnir innan Barnaverndarskipanina
  • At endurskoða lógarverkið innan økið
  • At tað fyrisitingarliga verður tryggjað eitt neyðugt fakligt eftirlit við skipanini

Hetta vil føra skipanina upp á eitt hóskandi støði til gagns fyri tær familjur, ið hava tørv á hjálp og stuðli. Ivist heldur ikki í, at hetta vil gagna teimum starvsfólkum, ið starvast innan skipanina.

Steinbjørn Hardlei