Barnakekkurin er ein íløga í familjunar, Heðin

2012-09-15 02:04

Fólkaflokkurin vil styrkja barnafamiljunar. Sterkar familjur geva ein tryggan og sterkan høvuðstað


Sum altíð er og verður tað Fólkafloksins uppgáva at lækka skattin í hesum landinum og eisini í Tórshavnar Kommunu. 

Vit hava víst á, at kommunan skattar lágu inntøkurnar ov hart. Hetta vilja vit broyta.

Vit unna familjunum væl, at tær skulu fáa fíggjarligu endarnar at røkka saman, og her vilja vit veita eina hjálpandi hond við nýggja barnakekkinum og við hækkaðum botnfrádrátti.

Í lesarabrævi spyr Heðin Mortensen, hvørjar íløgur skulu niðurraðfestast fyri at kunna geva barnakekkin og skattalættan til láglønt.

Okkara svar til Heðin er, at tann einasta íløgan, sum ikki skal niðurraðfestast, er íløgan í barnafamiljunar og teirra trivna. Barnakekkurin er ein rein íløga í familjurnar.

Í veruleikanum skulu barnafamiljurnar bara sleppa at varðveita fleiri av teimum krónunum, sum tær hava arbeitt fyri.

Útreiðslurnar hjá kommununi eru hækkaðar 65% eftir 7 árum við Heðini. 

Fólkaflokkurin hevur virðing fyri, at brúktu pengarnir eru tiknir frá vanligum familjum. Tí bjóða vit okkum til at taka stýringina í kommununi og fáa tamarhald á útreiðslunum aftur.

Vit tosa ikki um niðurraðfestingar ella uppsagnir, men at hereftir skal ansast eftir vøkstrinum í útreiðslunum. 

Tá ovasta leiðslan í kommununi ikki hevur virðing fyri pengunum, hevur tað lyndi at forplanta seg víðari.


Væl fíggjað lyfti

Barnakekkurin kostar 25 mió.kr, og hækkaði botnfrádrátturin kostar 28 mió.kr., tilsamans 53 mió.kr.

Fíggingin er tað eina skattaprosentið hjá Boðanesheiminum sum gevur 30 mió.kr. og væntaði inntøkuvøksturin á 20 mió.kr. í 2013. Sostatt er fíggingin tilsamans 50 mió.kr.

Íløgan í barnafamiljunar og tey lágløntu er sostatt bert 3 mió.kr. netto. Hetta má sigast at vera eitt sera hóvligt vallyfti.

Tó lova vit eisini, at botnfrádrátturin skal hækkast líðandi upp til 65 t.kr., sohvørt sum inntøkurnar í kommununi hækka.

Treytin er tó, at Fólkaflokkurin verður valdur sterkt inn í býráðið, soleiðis at vit kunnu fáa tamarhald á útreiðsluvøkstrinum.


Skemtilig mótstøða

Skemtiligt er tað tó, at Javnaðarflokkurin, við Heðini á odda, av øllum alvi verjir ein skattlætta, har tey sum vinna mest fáa mest. Men vit í Fólkaflokkinum mugu berjast fyri at fáa eina lagaligari skatting av teimum lágløntu og barnafamiljunum. 

Vit vilja styrkja familjurnar og vónandi hjálpa familjurnar okkum á býráðsvalinum 13. novembur 2012.


Jógvan Poulsen, grannskoðari og formaður í Havnar Framburðsfelag