Barnakekkur Fólkafloksins - ongin hækking í skattinum

2012-09-12 14:43

Borgarstjórin er ‘føddur’ formaður í býráðsins Fíggjarnevnd og skuldi dugað at skyna á pengamálum í kommununi

 

Heðin Mortensen tosar viðhvørt  ímóti betri vitan.

Hann skrivar nú, at ein 10.000 kr. barnakekkur pr. barn um árið, sum Fólkaflokkurin skjýtur upp at gjalda út til allar barnafamiljur í kommununi, verður ov dýrur fyri kommunukassan.

Heðin átti at hildið seg til tann fíggjarliga veruleikan í hesum máli. 

Veruleikin er hesin: Barnakekkurin hjá Fólkaflokkinum kostar Havnar kommunu væl minni enn tað eina prosentið, sum kommunuskatturin varð hækkaður upp í 20,75% til at byggja Boðanesheimið fyri. 

Eldraheimið á Boðanesi verður bygt liðugt í vetur.

Tá ber til at brúka tað eina skattaprosentið, vert uml. 30 mió kr árliga fyri kommunukassan, til barnakekkin.

Tað mátti verið ein funnin fressur hjá borgarstjóranum at hjálpt Fólkaflokkinum til at lætta um gerandisdagin hjá barnafamiljum og hjá øllum borgarum við lág- og miðal inntøkum í Suðurstreymi.

Tað ætlar Fólkaflokkurin nevniliga at gera við m.a. barnakekki, 10.000 kr til hvørt barn í kommununi um árið, og við at hækka tann skattafría botnfrádráttin í kommunuskattinum.

Bogi Andreasen, varborgarstjóri