Barnakekk ? – Sjàlvandi !

2012-11-01 23:20

Tað er ongin ivi um, at barnakekkurin, sum Fòlkaflokkurin vil skal koma barnafamiljunum til gòðar, kemur øllum væl við. Vit vita øll, hvussu tungt tað mangan er, at fàa alt tað fìggjarliga at hanga saman hjà barnafamiljum, og fer barnakekkurin at gera tað munandi lættari at vera barnafamilja ì Havn framyvir. 


Tað skal vera sligið fast við 7-tumma seymi, at hetta ER møguligt!

 - Tì ALT er møguligt. Alt ber til, og tað er ongin uppgàva sum er ov stòr, og ongin uppgàva er òmøgulig, tì har sum vilji er – er eisini vegur ! 


Tað er við hesum hugburði, at eg bjòði meg fram til byràðsvalið tann 13. november. Hevur man nei-ligan hugburð til forbetring og framgongd, so fær man ikki avrika nakað positivt! Soleiðis er lìvsins gongd – og tað vita fòlk av. 


Sum borgari ì Havn, føddur og uppvaksin her, og sum hevur slitið tìggjutals pør av barnaskòm her, havi eg krùtsterkar kenslur fyri Havnini og fòlkinum, ið her býr. Eg kann tì garantera tykkum tað, at hetta við trivnaði hjà borgarnum og menning av okkara elskverdigu Havn, liggur mær tætt at hjarta. 


Kommunan fevnir eisini um onnur økir enn sjàlva Havnina, og hesi skulu ikki verða fyri skerdan lut. Vit hava eisini àbyrgd yvirfyri teimum økjunum, ið eru komin uppì kommununa, og sjàlvsagt skulu vit eisini hugsa um hesi, tá tað kemur til menning av kommununi.

 Lat fólkið trívast, so Havnin kann blóma enn meir!

X fyri Havnini


X við Heina Magnussen