Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Barnabeinin: 1000 krónuseðil pr. barn

2015-08-20 21:56

Barnafamiljur fara at fáa eitt serligt smábarnaískoyti, nevnt Barnabeinin. Tað er eitt ískoyti á 1000 kr um mánaðin pr. barn til tey við inntøku undir 700.000 kr. 

Tað eru í dag 4500 færri føroyingar undir 40 ár enn fyri fáum árum síðani.

Tí skulu vit seta átøk í verk beinanvegin, sum gera tað lættari at vera barnafamilja í Føroyum. Soleiðis tekkjast vit eisini útisetafamiljuni. Skeiva aldursbýtið er størsta hóttanin fyri búskapin, vælferðarsamfelagið og tær Føroyar, vit kenna í dag.

Men ikki nokk við tí.  Tá vit koma til valdið, verður skattalætti til lág og miðalinntøkur. 

Hesi átøk verða við at gera gerandisdagin lættari hjá barnafamiljum. 

Góði veljari, tað er tú, sum kann broyta Føroyar 1. september. 

Bjørg Dam. 

Valevni Javnaðarfloksins til løgtingsvalið

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com