Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Barnabeinin: 1000 krónuseðil pr. barn

2015-08-19 20:36

Tað eru í dag 4500 færri føroyingar undir 40 ár enn fyri fáum árum síðani.

Tí skulu vit seta átøk í verk beinanvegin, sum gera tað lættari at vera barnafamilja í Føroyum. Soleiðis tekkjast vit eisini útisetafamiljuni. Skeiva aldursbýtið er størsta hóttanin fyri búskapin, vælferðarsamfelagið og tær Føroyar, vit kenna í dag.

Tá vit koma til valdið, verður eitt ítøkiligt átak at geva familjunum, sum ikki fingu ágóðan av flatskattinum - teimum við lág og miðalinntøkum - ein skattalætta.

Men ikki nokk við tí, tí barnafamiljur, sum hava inntøku undir 700.000 kr, fáa eisini eitt serligt smábarnaískoyti, nevnt Barnabeinin. Tað er eitt ískoyti á 1000 kr um mánaðin pr. barn. 

Ein beini er ein hjálp, ein tænasta ella ein dugni. Ein barnabeini merkir sostatt ein barnahjálp. 


Góði veljari, tað er tú, sum kann broyta Føroyar 1. september. 

Bjørg Dam. 

Valevni Javnaðarfloksins til løgtingsvalið

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com