Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Bárður spyr um niðurgjaldan av skuld

2018-10-23 14:56
Fíggar- og búskaparpolitikkur - 

Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin mikudagin 24. oktober at seta ein munnligan fyrispurning til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum um niðurgjaldan av skuld

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1. Hvussu nógv hevur landsstýrið niðurgoldið av skuldini higartil í hesum valskeiðnum?

2. Hví upptekur landið nýggj lán, nú búskaparligt viðrák hevur verið í fleiri ár?

Viðmerkingar

Tá ið fíggjarlógin varð framløgd og viðgjørd í løgtinginum bleiv fer eftir fer tosað um hvussu nógv henda samgongan hevði bjálvað samfelagið til betri tíðir, upplýst bleiv at allir kassar eru fullir, stórt yvirskot á landskassaroknskapinum og at skuld var niðurgoldin.

Men í búskaparfrágreiðingini frá fíggjarmálaráðnum verður upplýst, at onki er goldið av skuldini hjá landinum higartil í hesum valskeiðnum og í fíggjarlógaruppskotinum verður upplýst, at landið skal upptaka nýtt lán á 400 mió. fyri at endurfíggja skuldina.

Hóast nógv reyp um stór yvirskot í hesum valskeiðnum má staðfestast, at pengar mangla í kassanum og lán mugu upptakast í bestu búskapartíðum nakrantíð.

Sambandsflokkurin

RN