Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Bárður spyr Ríkisumboðið um statsborgaraskap

Ríkisfelagsskapur - 

Á tingfundi 10. september 2018 boðaði løgtingsformaðurin frá niðanfyrinevnda fyrispurningi til Ríkisumboðið, frá Bárður S. Nielsen, formanni í Sambandsflokkinum, og sum er soljóðandi:

1. Er tað rætt at ein, í einum ríki við felags statsborgaraskapi, kann hava ymisk statsborgararættindi í teimum ymsu pørtunum av ríkinum?

2. Hava føroyskir myndugleikar rætt til at geva og taka statsborgaraskapin frá fólki, sum eru búsitandi í Føroyum?

3. Kunnu føroyskir myndugleikar, um so skuldi verið, at farið verður úr ríkisfelags­skapinum, taka tann danska statsborgaraskapin frá fólki, sum eru búsitandi í Føroyum - ímóti teirra vilja?

Viðmerkingar

Í septembur 2015 kom í gildi ein lóg um dupultan statsborgaraskap í Danmark. Henda lógin er kortini ikki galdandi fyri Føroyar.

Tann 23. august 2017 svarar Aksel V. Johannesen, løgmaður, einum munnligum fyrispurningi í Løgtinginum frá Sonju Jógvansdóttir, løgtingslimi, um nær henda lógin fær gildi í Føroyum.

Tá hugsað verður um, at statsborgaraskapurin er eitt felagsmál og at hesi mál verða avgjørd á Christiansborg, tykist tað skeivt, at mann í tí danska partinum av ríkinum kann seta í verk dupultan statsborgaraskap, uttan at tað samstundis er galdandi fyri Føroyar.

Spurt verður tí, um so er, at tað er møguligt við ymiskum statsborgararættindum, um føroyskir myndugleikar so hava rætt til at geva og taka statsborgaraskapin frá fólki, sum er búsitandi í Føroyum.

Somuleiðis verður spurt, um so skuldi verið, at Føroyar fara úr ríkisfelagsskapinum, um føroyskir myndugleikar eftir tað kunna taka tann danska statsborgaraskapin frá fólki, búsitandi í Føroyum - ímóti teirra vilja.

Tað valdar stór løgfrøðilig óvissa um hesar spurningar. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin

RN