Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Bárður S. Nielsen á fundi við forsætisráðharranum

Ríkisfelagsskapur - 

Formaður Sambandsfloksins, Bárður S. Nielsen, og forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, høvdu ein góðan fund í gjár

Formaður Sambandsfloksins, Bárður S. Nielsen, hitti í gjár forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen. Teir høvdu fund í Forsætismálaráðnum.

Floksformenninir skiftu orð um fleiri evni, ið hava stóran týdning og felags áhuga millum Sambandsflokkin og Vinstra, og sum eisini kann styrkja samstarvið millum Føroyar og Danmark.

Bárður S. Nielsen er væl nøgdur við fundin fundin.

- Eitt av ynskjunum hjá sambandsfólki og flokki okkara, er at vinna eitt sambandsumboð á Fólkating, tá ið fólkatingsval verður aftur. Hetta er eisini eitt av ynskjunum hjá Vinstra, tí samstarvið okkara millum er sera gott.

- Tað avgerandi, tá ið eitt sambandsumboð kemur á Fólkating, er, at vit arbeiða fyri nýggjum innihaldi í Ríkisfelagsskapinum. Ríkisfelagsskapurin skal altíð flyta seg við tíðini, og um avbjóðingar eru landanna millum verða tær avgreiddar væl og pragmatiskt.

- Heldur enn at skapa konfrontatiónir á Fólkatingi, onki fáa burturúr, umframt onga ávirkan at hava á politikkin, hevði verið gott at fingið eitt sambandsumboð á Fólkating. Flokkurin hevur prógvað, at nógv ítøkilig úrslit spyrjast burturúr, tá Sambandsflokkurin er á Christiansborg.

RN