Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bárður Nielsen í andsøgn við veruleikan

Bárður Nielsen ger enn eina forkølaða roynd at svara løgmanni aftur á Vágaportalinum í gjárum uppskotið til eina stjórnarskipan, har tað stendur eftir, at maðurin er komin í andsøgn við veruleikan og tað, sum flokkur hansara undan hansara formanstíð hevur staðið fyri. Annars er stórur partur av greinini briksl og gamalkendur valretorikkur, sum ikki skal viðmerkjast her.

Tað eru tó tvey viðurskifti, sum Bárður nevnir, sum eiga at fáa aftursvar. Annað er um leilklut Sambandsfloksins í stjórnarskipanararbeiðinum, og hin er um skrivið frá danska forsætismálaráðharranum í samband við framlagda uppskotið til eina stjórnarskipan.

Tilgongdin síðan 1999
Alt síðan 1999 hava allir flokkar verið partur av einari tilgongd við fyrst eini grundlóg og síðan eini stjórnarskipan. Fyrstu árin fram til 2004 vórðu flokkarnir við løgtingslóg tvungnir til at vera partur av hesum arbeiði. Tað er tó mín greiða fatan, at hóast hetta alt var partur av fullveldisarbeiðinum hjá táverandi samgonguni, so var arbeiðið við slíkum stjórnarskipanarligum spurningum gevandi og konstruktivt fyri allar flokkar - eisini fyri Sambandsflokkin.

Í 2004, tá Sambandsflokkurin saman við Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum skipaði samgongu, so varð arbeiðssetningurin broyttur til at arbeiða við einari stjórnarskipan innanfyri ríkisfelagsskapin, og sum ikki var partur av nakrari loysingarætlan. Hetta vóru samgonguflokkarnir samdir um - eisini Sambandsflokkurin og Bárður Nielsen sum landsstýrismaður. Hetta endaði so við, at landsstýrið fekk handað seinna Flaggdagsálitið, sum seinni varð sent løgtinginum. Nøkur ár eftir hetta, varð álit í 2011 skrivað av einari grein 25-nevnd, har Sambandsflokkurin átti tvey umboð, Helga Abrahamsen og Jaspur Vang seinni Edvu Jacobsen. Her var flokkurin partur av meirilutanum, meðan Tjóðveldi ikki tók undir við hesum.

Tá nú sitandi samgonga ella rættari løgmaður leggur uppskotið fram við enntá linari orðing í formælinum enn í 2011, fer Bárður í svart og sigur, at flokkurin ongantíð hevur tikið undir við hesum arbeiði. Er tað nakar, sum hevur havt møguleikar at siga frá, longu aftur í 2004. so var tað Bárður Nielsen, men frá honum hoyrdist einki. Tað má sigast at vera ein løgin niðurstøða, nú at siga, at hetta fer flokkurin als ikki at góðtaka. Serliga tí, at spurningurin um loysing ella samband als ikki er partur av arbeiðinum. Men serliga fyri tey í flokkinum, sum løgdu sítt drúgva íkast í arbeiðið m.a. Helgi Abrahamsen og floksformaðurin Kaj Leo Johannesen, má tað kennast løgið, at alt teirra arbeiðiði var til fánýtis.

Ikki sørt minnir Bárður um annan tingmann floksins, sum í síni tíð skræddi lógaruppskotið á tingsins røðarapalli.

Skrivið frá Lars Løkke
So var tað skrivið frá forsætismálaráðharranum. Tað sentrala og avgerandi í skrivinum er hetta, at "forslaget ikke rejser væsentlige forfatningsretlige overvejelser." Brotið, sum Bárður sipar til, er ein áminning frá Løkke um, at gera tit nú broytingar í Løgtinginum, so skulu tit minnast til, at hetta má ikki koma í stríð við galdandi rættarreglur. Hann bindur um heilan fingur, tí eisini hann skal standa til svars yvir fyri sínum parlamenti. Men tað, sum hevur týdning er, at uppskotið, sum tað ljóðar nú, ikki "rejser væsentlige forfatningsretlige overvejelser."

Skilji væl, at hetta ikki er ein ynskistøða fyri Bárð, at Løkke stuðlar uppskotinum, men ikki formaðurin í Sambandsflokkinum. Hetta er 1948 umaftur, tá danska stjórnin mælti til Heimastýrislógina, meðan Sambandsflokkurin ikki tók undir við henni í fyrsta umfari, tí teir vildu aftur í amtstøðuna.

Fyri at undirstrika sína hjálparsleysu niðurstøðu, so vísir Bárður Nielsen til eitt notat frá tveimum advokatum. Til hetta er bert tað stutta at siga, at advokatarnir siga tað, sum arbeiðsgevarin ynskir at fáa sagt. Her kundi eg víst til, at ein av okkara fremstu løgfrøðingum, sum ikki arbeiðir privat, hevði beint øvugtu niðurstøðu sum hesir advokatarnir hjá Bárði Nielsen. Hann helt enntá, at Sambandsflokkurin átti at fingið pengarnar aftur.

Bárður kallar grein sína "Tú veitst, hvar tú hevur Sambandsflokkin." Men álavaratos, so rokni eg ikki við, at Sambandsflokkurin veit, hvar hann hevur sín egna formann í hesum máli.

Hans Pauli Strøm