Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bárður fer ímóti bæði donsku stjórnini og sínum egna flokki

Bárður Nielsen er blivin sambandskari, enn bæði danska stjórnin og Sambandsflokkurin sjálvur. Og hann er farin í stríð móti nøkrum, sum ikki finst...

Á netinum í gjár hevur Bárður á Steig Nielsen rættiliga niðrandi viðmerkingar um tað, eg segði um stjórnarskipanina í Degi og Viku kvøldið fyri. Hann kallar tað ósømilig, og sigur meg hava sagt ósatt um leiklut Sambandsfloksins í málinum.

Nú hava ósannindi ongantíð verið mín merkivøra, og eg havi í øllum lutum roynt at bygt alt mítt arbeiði og mínar viðmerkingar á tað, sum hald er í. So var eisini í hesum føri, og tí skal eg grundgeva fyri her:

Seinna Flaggdagsálitið
"Seinna Flaggdagsálitið" um stjórnarskipan varð handað táverandi løgmanni 18. des. 2006. Umboð Sambandsfloksins í hesum álitisarbeiði høvdu verið Edmund Joensen, tingformaður, Bárður Nielsen, landsstýrismaður og Lisbeth Petersen, løgtingskvinna.

Á síðu 15 í hesum áliti undir partinum Tjóðskaparliga Semjunevndin skrivar Herluf Sigvaldsson, formaður í nevndini: "Verður tikið samanum, ber til at siga, at nevndin var samd um orðingarnar viðvíkjandi formæli, fólkið og landið umframt samtykt og gildi. Hinvegin var nevndin ikki fullsamd um orðingarnar viðvíkjandi stýrislagi, skipan, umskipan og uttanríkisvaldi." Í TjóðskaparliguSemjunevndini høvdu flokkarnir hvør sítt umboð og tískil eisini Sambandsflokkurin.

Tað var hetta brotið úr álitinum, eg bygdi mína útsøgn á í Degi og Viku.

Rætt er tað, at bæði Bárður Nielsen og táverandi formaður floksins, Kaj Leo Holm Johannesen, komu við nøkrum viðmerkingum - men tær søgdu ikki, at flokkurin ikki tók undir við álitinum. Formaðurin segði vegna flokkin, at "Sambandsflokkurin er av tí fatan, at henda lógin skal koma í staðin fyri verandi stýrisskipanarlóg og skal tí vera á sama rættarstigi (tað vil siga undir donsku grundlógini og Heimastýrislógini). Sambandsflokkurin ynskir tí, at lógin verður orðað soleiðis, at eingin ivi er um hetta."

Hetta álit handaði táverandi løgmaður Løgtinginum sum eina frágreiðing. Og í 2010 varð ein 25 nevnd sett at viðgera uppskotið víðari við støði í hesum.

Grein 25 nevndin í 2011
2. mei 2011 legði grein 25-nevndin so fram sítt álit um uppskotið til stjórnarskipan. Meirilutin í hesi nevnd - eisini umboðini hjá Sambandsflokkinum Helgi Abrahamsen og Edva Jacobsen - høvdu eitt broytingaruppskot til formælið, sum m.a. var soljóðandi: "Stjórnarskipanin virðir teir stjórnarrættarligu sáttmálar og avtalur, sum eru í gildi, tá hon verður sett í verk, men staðfestir, at føroyskir myndugleikar hava fullan rætt til at siga hesar upp og taka við málsræðinum."

Sambandsflokkurin tók altso undir við hesum. Tað vóru floksins egnu orð.

Men 20. juni 2011 segði danska løgmálaráðið um hetta álitið, at: "Det er endvidere Justitsministeriets opfattelse, at den foreslåede nye formulering af forordet ikke er forenelig med Færøernes forfatningsretlige stilling."

Men hóast hørðu og avgjørdu útsøgnina frá danska løgmálaráðnum, so stóð Sambandsflokkurin aftanfyri orðingarnar í formælinum.

Sambandsflokkurin læt altso ikki danir gera av, hvat hann skuldi halda. Flokkurin hevði sína egnu meining. Og rós fái hann fyri tað.

Framlagda uppskotið til stjórnarksipan
Hyggja vit so at formælinum, sum tað nú sær út, stendur soleiðis: "Stjórnarskipanin setur ikki úr gildi verandi stjórnarrættarligu sáttmálar og altjóðaavtalur, men staðfestir, at Føroya fólk hevur sjálvsavgerðarrætt og fullan rætt til at siga hesar upp."

Í hoyringsskrivi frá danska forsætismálaráðnum til hetta upppskotið verður sagt, at: "forslaget ikke rejser væsentlige forfatningsretlige spørgsmål."

Danska stjórnin sigur altso nú, at alt er í lagi, sæð við hennara eygum.

Men nú hendir tað, sum fáur skilir: Sambandsflokkurin fer í svart!

Hóast orðingin er LINARI enn hon var í 2011, og hóast danir siga hana liggja innanfyri grundlógina - so sigur Sambandsflokkurin nei!

Sambandsflokkurin er altso ikki bara sambandskari, enn Sambandsflokkurin var í 2011. Sambandsflokkurin er eisini sambandskari enn danska stjórnin.

Tað er hetta, sum fær fólk at hugsa um tíðina, tá Sambandsflokkurin fyri næstan hundrað árum síðani atkvøddi ímóti, at føroyskt mál skuldi nýtast í føroyska skúlanum, hóast danska stjórnin helt tað vera rætt.

Tað er eisini hetta, sum fær, ið hvussu er meg, at hugsa, at Bárður Nielsen roynir at seta nakað á skrá, sum als ikki er á skrá. Nevniliga loysing ella samband.

Men hetta snýr seg IKKI um loysing og samband, hvussu Bárður so vendir og snarar tí.

Og fyri tað, um Bárður - fyri at tekkjast ávísum veljarum - roynir at seta meg fram sum garrvillan loysingarmann, so eri eg ikki tað.

Hetta er bæði bíligt og býttisligt. Javnaðarflokkurin hevur aldrin verið loysingarflokkur - men vit hava altíð ment og útbygt ríkisfelagsskapin. Tað er eisini tað, vit - saman við øðrum - gera við nýggju stjórnarskipanini.

Løgni leiklutur Sambandsfloksins
Støðan er altso tann, at Sambandsflokkurin 2011 góðtók eina orðing í formælinum, sum danir ikki kundu góðtaka. Og í dag kann Sambandsflokkurin ikki góðtaka eina orðing í formælinum, sum danir ongar trupulleikar hava av.

Tá uppskotið við nýggja formælinum varð lagt fram, skrivaði Helgi Abrahamsen heldur speiskliga á sosialu miðlunum, at um Tjóðveldi kundi góðtaka hesa orðingina til formæli, so gav flokkurin seg undir donsku grundlógina.

Men nakrar dagar seinni boðaði leiðslan í SAMBANDSFLOKKINUM frá, at HON ikki kundi góðtaka nevnda formælið...

Hetta fær meg og onnur at hugsa, at tað, Sambandsflokkurin vil, er at sleppa aftur í skotgravirnar at rópa og klandrast um loysing ella samband.

Tað flytir EINKI. Tað gagnar ONGUM. Og eg rokni heldur ikki við, at Sambandsflokkurin vinnur uppá tað. Fólk vilja hava konstruktivt kjak og ítøkilig úrslit, heldur enn meiningsleyst skotgravakríggj.

Til endans vil eg heita á Bárð Nielsen um at venda aftur á ta semjusøkjandi kósina, sum flokkurin helt, tá Kaj Leo Holm Johannesen var floksins formaður og Helgi Abrahamsen var framsøgumaður um stjórnarskipanina.

At stríðast ímóti loysing við støði í nýggja uppskotinum, er at stríðast móti nøkrum, sum ikki finst. Á tann hátt minnir Bárður ikki sørt um Don Quijote í hesum døgum.

Nýggja uppskotið er ikki nakað loysingarskjal. Tað síggja øll, sum lesa tað. Eisini danska stjórnin. Men í uppskotinum er nógv, sum kann flyta Føroyar fram.

Kom nú uppí tað kjakið, Bárður!

Aksel V. Johannesen, løgmaður