Barbara Gaardlykke Apol stillar upp til fólkatingsval

2019-02-25 10:08

Vit eru ógvuliga fegin um at kunngera, at Barbara Gaardlykke Apol verður valevni fyri Javnaðarflokkin til komandi fólkatingsval.

Barbara er 23 ára gomul, men hevur longu nógv ár á baki í Javnaðarflokkinum og ungmannafelagnum SU. Hon hevur tikið stór stig innan altjóða og norðurlendskan politikk, og í fjør gjørdist hon forseti fyri Ungdommens Nordiske Råd, sum er eitt tað størsta bragdið í føroyskum ungdómspolitikki. Harvið hevur hon sæti í formansskapi Norðurlandsráðsins saman við øðrum navnframum politikarum úr norðurlendsku parlamentunum.

- Tað kennist bara natúrligt fyri meg at taka eitt stig víðari. Eg brenni veruliga fyri altjóða samstarvi, og eg eri vís í, at tað er her, at vit kunnu loysa tær stóru avbjóðingarnar, ið fara tvørturum landamørk, greiðir Barbara frá. Hon leggur afturat:

- Veruleikin er jú, at føroysku fólkatingsumboðini umboða Føroyar í alheimssamstarvinum, og eg síggi fleiri møguleikar at fáa altjóða ávirkan gjøgnum fólkatingssessin.

Harafturat leggur Barbara dent á, at so leingi vit hava felagsmálsøkir við Danmark, er tað týdningarmikið at hava eina føroyska rødd á Fólkatingi. Uppgávan hjá føroysku fólkatingslimunum er nevniliga eisini at vera eitt slag av vakthundi, og at vera til reiðar at ávirka danskar myndugleikar í mun til føroysk áhugamál.

Soleiðis sum vit kenna Barbaru, hevur hon bein í nøsini, og leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hon hevur nakað at finnast at:

- Tað er ikki fyrr enn seinastu árini, at umboðini eru farin at røkja sessin fulla tíð. Harafturat tykist tað sum um, at meginparturin av valevnunum bara nýta fólkatingsvalið sum ein møguleika at gera vart við seg áðrenn eitt løgtingsval. Fólkatingssessurin er ov týdningarmikil til hetta, og tí stilli eg einans upp til Fólkatingsvalið.

Barbara lesur í løtuni búskaparfrøði á Setrinum, og gongur alt eftir ætlan, verður hon liðug í summar. Í frítíðini dámar henni væl at binda, at vera saman við vinum og familju og at lesa. Umframt at hava verið virkin í Javnaðarflokkinum, SU og forseti í Ungdomens Nordiske Råd, er Barbara forkvinna í Meginfelag Føroyskra Studenta og limur í føroysku tjóðarnevndini til UNESCO.