Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

#-BaraJohanDahl

2021-03-29 16:23

- og nei, hr. Dahl, eitt val við avleiðingum er ikki nakað val.

At tryggja tey sjúku er góð fólkaheilsa.
At tryggja tey frísku er tyranni.
Ikki at kenna munin er óblandað idioti.

Hvør er motivatiónin hjá Johan Dahl fyri hesum perverst óumhugsaða og autoritera tanka: roynir hann, púrasta tilvitað, at flasha seg sjálvan sum right on-modernaður og shit, ella trýr hann reint faktiskt uppá sítt egna BS...
Eg spyrji, tí hetta feskasta pretið hjá Johan Dahl hevur so einki við heilsu at gera.

Hann hoyrir til Sambandsflokkin, ið sambært sær sjálvum er liberalur. Well, har er EINKI LIBERALT VIÐ HASUM (!), Johan Dahl. Null.
Spurningurin, eginliga, og tað mest áhugaverda er hetta: ert tú óforskammaður opportunist ella bert ótespiliga autoriterur av lyndi?

Opinberiliga er tað ikki nokk hjá Johan Dahl sjálvur at verða koppsettur fyri Koronu; nei, hann vil noyða onnur at gera tað sama sum hann.
Sum sagt: hetta hevur ongantíð handlað um heilsu, men óblandað kontroll.
Soe... Wakey-Wakey!

Vaksinupass verða seld okkum sum eitt fyribils tiltak fyri at "fáa samfelagið aftur til, hvat tað var".
Hetta er óblandað ørvitistos.
Og um fólk trúliga hoppa uppá hetta, liva tey ikki einans í gyklaðari eydnuverð, hvat fuck fyri ófrælsari verð tað so er, men eru ein ógvusligari bløðruskalli, enn hvat gott er.

Vit byrjaðu hesa óupplýstu sjaradu við 'lockdown' og fylgjandi tilmælum til tess ikki at ovbyrða heilsuverkið - handa forbannaða kapasitetslinjan hjá Shahin Gaini í Degi og viku, har hann, Degi og viku líkt, ótarnaður slapp at agitera.
(Júst sum Johan Dahl slapp tað kl. 3 í dag í FM1, púrasta uttan nakran sum hest journalistiskan botn.)

Tað bleiv tosað um tríggjar vikur, bert tríggjar vikur, so bert munnbind... bara fyri líkasum at binda um heilan undirarm, bert evarska lítil inntriv í okkara dagligdag og grundlógartryggjaða frælsi, bert ein vaksina, nú eitt vaksinupass og, ja, enn sita tit undir hvørjum orði.
(og hvørt tað er á fartelefonina ella í innaralumman, at eitt pass skal vera, who gives a fuck, tað er jú á ongan hátt tað, hetta snýr seg um.)

Hetta er jú hæddin av perversiteti, og hesin skilaleysi glantrileikur er fullkomiliga langt úti. Absurdisma og einræðishugsan definerað. Hví vaksinupass, tá tey, ið kunnu doyggja, eru koppsett, Johan Dahl? Tað bilar onki, um tú og eg blíva sjúkir. Vandin fyri at doyggja er mestsum ikki til staðar.

Frá The Times:
95,8% av fólki, sum doyggja av Covid, hava álvarsliga undirliggjandi sjúku.
99,9916% við ongari álvarsligari undirliggjandi sjúku yvirliva Covid.
Miðalaldurin á teimum, ið eru deyð við, ikki av, Covid, er 82 ár.

Eitt val við avleiðingum er ikki nakað val, Johan Dahl. Sum say-so liberalistur átti hetta ikki verið tíðindi.
Tá vit, borgari 1 og borgari 2, fáa eitt val, er tað ein tvingandi fyritreyt fyri frælsi (at velja), at tann, sum kemur við valinum, javnsetur valini, so at tann eini av omanfyrinevndu borgarum ikki verður við sviðusoð - ella, um tú vilt, stendur yvirfyri einum følskum vali, sum merkir, at hann verður noyddur ella skumpaður við hóttan at taka "ynskta" avgerð.
...
So, Johan Dahl, ver nú ikki, tær líkt, so óluksáliga bráður, og legg tær forrestin eisini hetta í geyma:
At tryggja tey sjúku er góð fólkaheilsa.
At tryggja tey frísku er tyranni: tvingsil og at ráða við harðræði.
Ikki at kenna munin er óblandað idioti.

Ella, røkki eg ikki á mál við tær og teimum, ið ráða - her er Benjamin Franklin: "If you're willing to trade liberty for a little bit of security & safety, you deserve neither liberty nor security nor safety." 

Men, síggja tit, endamálið var ongantíð fólkaheilsa og kapprenningin eftir at koma niður á 0. Tað er jú heldur onki vunnið við at koma niður á 0, um vit framvegis skulu hava tilmæli, vaksinupass og tað, ið hartil hoyrir.
Endamálið, tit, er kontroll; spurningurin er bara, um Johan Dahl yvirhøvur er vitandi um tað, ella hann barasta ikki kann bara sær, tá tað kemur til at verða sæddur og hoyrdur.

Hvussu var tað nú, Samuel L Jackson tók til í Cyberpunk...
... á jú: "WAKE THE FUCK UP...!"