Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bara man rópar nóg hart !

So hendi tað aftur. Stór gøla á Landssjúkrahúsinum. Tíanverri kennast vit øll við framferðaháttin. Fyri at fáa sín vilja innan heilsuverkið skal man bara rópa hart, hótta við at siga upp og leika í. Endamálið tykist at vera at skapa so stóra øsing og ótta millum vanliga fólkið, at leiðsla og stýrandi myndugleikar skulu bakka og broyta tiknar avgerðir. Avgerðir, sum byggja á eitt fakligt grundarlag.

Hesaferð eru tað ljósmøðurnar, sum gera vart við sína øgiligu ónøgd vegna ávísar bygnaðarbroytingar innan burðaøkið og barsilsøkið.

Í almenna kjakinum hava ljósmøðurnar ført fram, at tær eru koyrdar út av føðideildini. Eingin ansar eftir barnakonunum og trygdin hjá barnakonum er í vanda.

Hesar útsagnir verða slongdar út uttan fakliga dokumenteraðar grundgevingar.

Talan er um so álvarsamar ákærur og uppáhald, at eg eri farin at undrast yvir, um hesin atburður ikki heimildar starvsrættarlig tiltøk.Trupulleikin er væl, og søgan hevur lært okkum, at á Landssjúkrahúsinum skal bara rópast hart, so fær man sín vilja.

Kæra er send Landsstýriskvinnuni í heilsumálum. Lesast kann í miðlunum, at stórt sæð alt og øll á Landssjúkrahúsinum eru kærd. Kann tað veruliga vera so, at øll á Landssjúkrahúsinum hava tikið seg saman ímóti ljóðmøðrunum? Eg siti eitt sindur spyrjandi. Síggi ongan vilja til at fáa arbeiðið at virka. Bert ódokumenteraði álop.

Veruleikin er, at ljósmøðurnar als ikki eru koyrdar út av føðideildini. Røkja tær sínar arbeiðsuppgávur, eins og sjúkrarøktarfrøðingarnir gera, og fylgja givnu mannagongdum, er trygdin hjá bæði móðir og barni í hásæti.

Ein annar veruleiki er, at bygnaðarbroytingin deilir økið í tvey, eina burðardeild og eina barsilsdeild og er hetta als ikki er ein nýggj føroysk uppfinning. Leisturin verður nýttur á stórum sjúkrahúsum í Danmark við góðum úrslitum.

Landssjúkrahúsið lýsir broytingina á hendan hátt. Leiðandi ljósmóður hevur leiðsluábyrgdina av ljósmøðratænastuni og burðardeildini, t.e. viðgongu við vitalum vm., innløgdum svangrukonum, barnsburði og at taka sær av móðir og barni vanliga 2 tímar eftir føðing, um ikki annað røkist fyri at leingja ella stytta um tíðarskeiðið. Harumframt hoyra heimaføðingar og ambulantar føðingar eisini undir leiðsluábyrgdina hjá leiðandi ljósmóður.

Deildarsjúkrarøktarfrøðingurin hevur leiðsluábyrgdina av barsilsdeildini við neonatal og innløgdum barsilskonum. Sjúkrarøktarfrøðingarnir á barsilsdeildini hava ávísar uppgávur í samband við barnsburð, sum verða framdar sambært fastari mannagongd, har tørvur brádliga gerst fyri bráðfeingis røkt og viðgerð til barnið.

Víðari skrivar Landssjúkrahúsið: Tað verður mett tvingandi neyðugt at skilja økini sundur fyri at fáa púra greiðar linjur fyri ábyrgdar- og uppgávubýtinum, innan ljósmøðra- og sjúkrarøktarfrøðiliga øki. Við atliti til sjúklingatrygdina, dygdina í heilsufakligu tænastuni og starvsfólkatrivnaðin, er als ikki ráðiligt at halda á við felags ábyrgdar- og uppgávuøkjum.

Havi tilvitað bíðað við at gera viðmerkingar til hetta mál, tí kósin hjá leiðsluni er heilt vist á rættari leið, men eg stóð í einari bíðirøð í einum handli leygardagin. Har hoyrdi eg tvær kvinnur samskifta um, hvussu ræðuligt tað var, at eingin ljósmóður slapp at arbeiða á føðideildini. Á ein ella annan hátt hevur tað eydnast ljósmøðurnum at skapa ein ótta millum fólk. Hetta ber ikki til. Gjøgnumførda bygnaðarbroytingin hevur als ikki broytt trygdina, men bara nágreina, hvar ábyrgdin skal liggja. Í hesum føri kunnu vit siga, at ábyrgdin fyri tí økið, sum ein er útbúgvin til at taka sær av og hevur servitan og førleikar til at fremja í verki.

Eg seti tí at enda hendan spurningin: Skal Landssjúkrahúsið stýrast av avgerðum, sum eru tiknar á einum fakligum støði/grundarlagi ella ella skal Landssjúkrahúsið stýrast av teimum, sum rópa harðast í miðlunum og skapa ótta millum fólk?

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Óluva í Gong, forkvinna