Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bakkaskrímslið mikla

2020-04-09 20:12

 

Bakkaskrímslið mikla

Meira og minni loyniliga ætlan Bakkafrost´s at fremja aling á opnum havi, sum landsstýrið hevur viðmælt og eftir ætlan skal leggjast eystur úr Nólsoy, verður allarhelst ein risa stálkassi í 300 kanska 400 metra longd og í 60 til 80 metra hædd. Íløgan verður mett til 15.milliardir krónur.
Tá peningaligur gramleikin tekur ræðið er einki óført, sum sæst á øllum firðum okkara við ovurstórari dálking.
Gamalt er at hjallurin er á sjónum, og haðani hava føroyingar og aðrar tjóðir fingið sítt dagliga breyð. Um dagliga breyðið skal koma frá slíkum hjalli har fóðurleivdir við og uttan heiluvág, antibiotika og lúsabasingarevni, skal verða ískoytið til til føðina hjá torski, hysu og øðrum heilsugóðun matfisk, kann sigast at tað verður seinasta breyðið føroyngar fáa til vega...enntá í sera vánaligari og heilsuvandamiklari dygd. ST-heimsmál um burðardygga menning gjørd fyri fúlari skomm.

At landsins myndugleikar vilja standa inni fyri loyva slíkum oyðingsverki á opnum havi, og har áhaldandi dálking og oyðing av øllum livandi ótarnað skal halda áfram, er stórsta niðingsverk nakrantíð framt er her á landið.

”Gev okkum í dag okkara dagliga breyð og fyrigev okkum syndum okkara”....skal valdast fyri dupultmoral og hykl. Breyðið standa sonevndir trúgvandi persónar fremstur at taka frá okkum, og næst renna runt í samkomum við himmalvendum eygum og biða um syndana fyrigeving.

Nei, hasum gevst eingin fyrigeving fyri, og verður ljótasta skommin í Føroya søgu.

https://ilaks.no/na-lastes-havfarmen-for-skipsfrakt-hjem-til-norge/?fbclid=IwAR1GwREYQll3eVecgZHzVm8JMBk4WokYc9oeZyIW9-WbSvMkYAzgNuniSEo

Kári Thomsen