Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Badmintonhøllin í Havn eigur ongan góðan í býráðnum

2020-11-08 12:43
Kommunalpolitikkur - 

Í nógv ár hevur badmintonhøllin ligið í Gundadali, okkara ítróttamekka, har høllin sjálvandi eigur at liggja.

Badmintonhøllin er gomul og slitin, og tá Tórshavnar kommuna yvirtók hana fyri nøkrum árum síðani, varð staðfest, at høllin fyrst og fremst skuldi brúkast til badminton. Síðani tá, hevur frítíðarskúlin fingið innivist í hølunum hjá badmintonhøllini og eftir hondini hevur frítíðarskúlin skumpa tey, sum íðka badminton meira og meira burtur úr einasta høll, sum tey hava. Mann kann siga, at góðu úrslitini hjá frítíðarskúlanum hevur gjørt umstøðurnar ov trongar til virksemið hjá frítíðarskúlanum og hjá badmintoníðkarunum.

Best er at geva frítíðarskúlanum betri umstøður, uttan at tað skal ganga útyvir møguleikan hjá teimum, sum íðka badminton.

Uppskot er gjørt til dagføring av Badmintonhøllini, við fleiri vallum, áskoðaraplássum v.m. Soleiðis er møguleiki fyri at hava badmintonkappingar og geva pláss til enn fleiri ung og gomul, sum ynskja at spæla badminton. Eisini vil ein dagføring av badmintonhøllini kunna skapa góðar karmar um badmintonítróttin til oyggjaleikirnar, sum vónandi koma til Føroya um nøkur fá ár.

Frítíðarskúlin skal sjálvandi eisini hava virðiligar karmar, har pláss skal vera fyri 3. flokki eisini og við ‘frítíðarklubbi’ fyri eldru børnini. Hetta uttan at skumpa tey, sum spæla badminton burtur úr teirra egna øki.

Loysnin er tí, at dagføra badmintonhøllina ongantíð ov skjótt, og samstundis geva frítíðarskúlanum egin hølir í Gundadali. Hetta skylda vit okkara ungu, bæði teimum, sum hava hug at íðka ítrótt og teimum, sum hava hug at takast við eitt hvørt annað í frítíðini, so sum hugna sær við ymiskum handaligum ella líknandi í einum Klubba fyri ung.

Set tí X við Inga og fá bestu umstøður til badminton og ung í Havn.

X við Lista B - Ingi

Ingi Mittún

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

RN