Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bacalao, Barbara, Føroyabanki

Matstovan Barbara hevur tey seinastu árini keypt toskin frá Havstovuni tá Magnus Heinason hevur verið árligu trolkanningarnar á Føroyabanka, í mars og september. Hetta hevur verið við til at kveikja áhugan fyri Føroyabanka og livið og tilfeingi á honum og gestir á Barbaru hava veruliga upplivað hvussu væl fiskurin av bankanum smakkar.

Toskurin frá hesum september-túrinum varð skorin til flak av Ólavi Sjúrðaberg og Ólavi Heinesen, royndir flekjarar úr Lorvík og síðani eru tey saltað á Vaðhorn.

Einaferð var saltfiskurin álitið hjá Føroyum og uppá tað mesta, íroknað Grønland, útfluttu vit sløk 60.000 tons og høvdu Føroyar stóran marknaðarlut í Suðurlondum. Hetta er broytt ídag, vit útflyta umleið 15.000 tons meginparturin eru saltfløk, men framvegis hava Føroyar eitt gott umdømi og gott navn á hesum marknaðum í Italia og Spania, sum tó eisini eru minkaðir við broyttum tíðum og matvanum og fast food rákið.

Toskurin er ikki komin fyri seg enn á Føroyabanka, meðan hýsan afturímóti hevur tað gott, og er nógv til av henni siga tey á Havstovuni. Einaferð verður vónandi aftur loyvd ávís veiða á Føroyabanka, men eigur at verða sera neyvt eftirlit við bæði veiðu og hvat verður gjørt við hesa framúr rávøru.

Eg havi sagt tað so ofta; Føroyabanki er eitt eitt av heimsins mesta spennandi økjum, vit eiga at friða hann, og fáa hann á World Heritage listan hjá ST.

Navnid FAROE BANK, er kanska tað besta brandið vit hava havt, og tað livir enn. Okkara saltfiskaframleiðarar eiga at hava ein ávisan frammihjárætt til stóra toskin frá Bankanum, hann vil verða teimum ein góð hjálp í branding og marknaðarføring. Okkara matstovur skulu gagnnýta fiskin av Føroyabanka og tað, sum verður útflutt, skal verða brandað sum ein luxusvøra og kanska bert eini tveir útflytarar skulu kvalificerað seg at sleppa at selja hesar okkara gimsteinar!

Tá einaferð loyvir verða givin, skulu eisini matstovurnar verða við til at avgerða hvørji skip,sleppa á bankan!

Tey, sum vilja royna heimsins besta bacalao frá Føroya Banka, kunnu vita um tey fáa pláss á Barbaru nú fríggjakvøldið 09 nov., har verður ein forvitnislig bacalao matskrá við fínum sponskum vínum.

Johan Mortensen