Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Avtøka av uppboðssølu gevur fleiri pengar í landskassan

2019-08-11 16:04

Tilfeingisgjald, ásett eftir meting, gevur meira til landskassan, í longdini, enn uppboðssøla

Uppboðssøla av veiðirættindum oyðileggur fiskivinnuna og gevur færri krónur til samfelagið og landskassan. Tí skal uppboðssølan avtakst sum skjótast.

Inntøka landskassans av tilfeingisgjaldi og uppboðssølu var 303 milliónir í 2018.

Vit fiskaðu í 2018 353tús tons av svartkjafti, 84tús tons av makreli og 88tús tons av makreli.

Um vit áseta tilfeinsisgjaldi á makreli til 146 oyru/kg, sild til 75 oyru/kg og svartkjaft til 32 oyru/kg, so verður samlaða inntøkan 303 milliónir ella 18% av avreiðingarvirðinum. Tað er júst tað sama sum inntøkan er við uppboðssølu og tilfeingisgjaldi tilsamans. Og tá er ikki neyðugt at leggja avgjald á Barentshavið og Flemis Cap.

Avtøka av uppboðssølu ávirkar ikki inntøkur landskassans. Tað er bara ein spurningur um matematik.

Avtaka vit uppboðssøluna, tosa vit øll út frá somu fortreytum, tá tilfeingisgjald skal ásetast. Hvussu nógv ella lítið skal gjaldast er gjørt til ein politiskan spurning. Landskassin verður í dag stýrdur soleiðis, at hann ikki klárar seg uttan ónormalar inntøkur.

Tað átti at verið ein búskaparligur spurningur um, hvat gevur mest til samfelagið í longdini. Tað er orsøk at halda, at tað gevur meira til landskassan í longdini, um vit onki tilfeingisgjald hava.

Vísindalig ástøði vísir okkum, at rættast ásetta tilfeingisgjaldi er eftir meting. Á uppboðssølu eigur tann, sum veit minst og metir skeivast hægsta boð. Í longdini er tað skaðiligt og gevur minni til landskassan.

Um fleiri meta í felag, so verður metingin tætt við rætta virði. Uppboðssøla er at lata tann, sum ger stórsta feilin áseta prísin.

Menningarkvotur og møguligir nýggir aktørar minka eisini um tilfeingisrentuna. Talvan sum búskaparráðið hevur gjørt vísur rættuliga greitt hvat hendur tá skipini gerast fleiri í talið.

Eru fleiri skip enn neyðugt, so minkar tilfeingisrentan. Hava vit uppboðssølu og menningarkvotur, so minkar tilfeingisrentan.

Eivind Jacobsen
Valevni Fólkafloksins