Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Avtakið Starvsmannafelagið og ALS

2014-06-25 23:16

Í einum fríum landi skal eingin hava arbeiðsloysisstuðul ella aðrar almennar veitingar. “Sosial dumping” skal skapa vøkstur og menning. Og tá starvsfólk eru fræls, er einki Starvsmannafelag 

(Grein sum stendur í nýggjasta Starvsblaðnum).

 

Á aðalfundi Starvsmannafelagsins, 8. mars, tendraði forkvinnan teir vitar, sum hon heldur, at Føroyar skulu stýra eftir.

Frágreiðing hennara var prentað í síðsta Starvsblað. Og hon er skelkandi. Antidemokratisk, totaliter, kommunistisk hugsan spríkir úr hvørjum setningi.

Eg kann í hesi klummu ikki taka alt fram, og fari tí bert at siga eitt sindur um ALS. 

Forkvinnan tosaði nógv um ALS. Hon umrøddi eisini gøluna við fyrrverandi stjóranum, og segði so at: “Slíkt má ikki endurtaka seg. Tó fekk málið í hvussu er ta positivu avleiðing, at tá tað aftur bleiv søkt eftir stjóra, bleiv lønin endurskoðað og eisini lækkað.”

Men hvat var tað, sum fráfararingargølan vísti? Hon vísti, at skipanin er rotin. Hon var eitt krystallklárt dømi um, at tá vit tvinga fólk at rinda til nakað, sum tey als ikki hava biðið um, so endar galið. Hon vísti, at tá vit seta onkran – sum einki virði skapar sjálvur – til at umsita teir pengar, sum vit við makt taka frá teimum, sum í sveitta andlits síns skapa virðini, so kennir viðkomandi onga ábyrgd. Hann hevur ikki knossað fyri pengarnar – bara fingið teir. Og tí heldur hann seg kunna gera við teir, sum hann vil. Hvat tá?

Gølan var eitt gylt høvi til at steðga á, hugsa seg um – og síðani taka einasta skilagóðu og sunnu avgerð, sum kundi verið tikin: At avtaka ALS!  

Í staðin varð nýggjur stjóri settur, og skipanin heldur fram.

Tað er tann stóra gølan!

 

Oyðileggur fólk og samfelag

Tí um vit – uttan at hava sosialistiskar brillur á nøsini – hyggja edrúiliga at skipanini, so korrumperar hon ikki bara tey, sum umsita hana. Hon køvir eisini arbeiðshugin hjá teimum, sum verða tvingað at rinda til hana. Tí hvussu hugaligt er tað at fara til arbeiðis, tá tú veitst at onkur annar fer at stinga sínar grammu fingrar niður í tínar lummar at taka tað, tú hevur forvunnið? 

Við at stuðla hesi skipan háðar Starvsmannafelagið sínar egnu limir, og ger teir til ómyndingar. Tí tann implisitti boðskapurin til limirnar frá Selmu & Co. er greiður: Tit hava forvunnið pengarnar – men vit taka okkum rættin at brúka teir, tí vit vita betri enn tit, hvat teir skulu brúkast til!

Sjálvandi er hetta køvandi fyri búskaparligu menningina í landinum!

ALS ger eisini tey, sum fáa úr skipanini, til neyðarsligan taparar, nassarar og offur. Hon sáar ein mentalitet  í hesum parti av fólkinum, sum oyðileggur tey innanífrá við at venda teirra eygum frá tí, tey kunnu SKAPA og ímóti tí, tey kunnu KREVJA .

Eisini tað ger sjálvsagt búskapin minni og veikari, enn hann kundi verið.

Men ALS – eins og allar aðrar sosialar skipanir – eitrar eisini moralin hjá teimum, sum fíggjarliga sita á samfelagsins “ovastu rókum”. Tí hvat hugsa hesi fólk, tá tey síggja ein, sum tørvar hjálp ella stuðul? Hugsa tey: Hasum má eg rætta eina hond? Ella: Hasum má eg lata eitt oyra? Nei – teirra uppaling í sosialdemokratiska “vælferðarsamfelagnum” hevur lært tey, at tey IKKI skulu venda eygunum inneftir – men úteftir! At tey ikki skulu spyrja hvat EG kann gera – men hvat MYNDUGLEIKARNIR kunnu gera! Fakfeløgini! Politikararnir! Systemið!

Sosialisman – sum m.a. verður realiserað gjøgnum ALS – hevur drenað alla persónliga ábyrgdarkenslu úr fólki. Tí oyðileggur hon ikki bara tey “minni mentu”, men eisini øll onnur.

 

Tað er ikki synd í nøkrum

Ofta verður spurt, um tað ikki er “synd” í teimum, sum ikki hava starv ella eru illa fyri á annan hátt.

Men tað er ein skeivur spurningur. Tað er ikki upp til “samfelagið” at taka synd í nøkrum. Samfelagið – “systemið” - hevur ongan moral, og skal ikki og kann ikki hava nakran moral. Tað skal veita borgarunum trygd móti ágangi og verja teirra ognarrætt – men tað skal pínadoyð ikki taka synd í teimum!

Myndugleikarnir skulu ikki hava púra fría atgongd til lummarnar hjá fólki. Tí kann heldur eingin krevja pengar frá myndugleikunum.

Moralur er góður – men hann hoyrir tí einstaka til. Og um tú heldur tað vera “synd” í teimum arbeiðsleysu, teimum sjúku ella veiku, so er eitt at gera: Hjálp teimum! Fylg tínari samvitsku! Kenslan er tín – ábyrgdin er tín!

 

Lummar av frælsari hugsan

Tað finnast tíbetur nakrir “lummar” í føroyska samfelagnum, har persónlig ábyrgd framvegis anir.

Herbergið livir av sjálvbodnum gávum. Krabbameinsfelagið tað sama. Ítróttarfeløg og samkomur. Í sambandi við jarðarferðir verður eisini ofta savnað inn til endamál, sum tann deyði vildi stuðla.

Hetta vísir, at sosialisman ikki hevur køvt ta seinastu glóðina av persónligari ábyrgd. Men skal glóðin mennast til ein veruligan eld, so má tvingsilin burtur. Skattur og avgjøld – sum bæði skapa og legitimera formyndaraskapin – mugu í botn. Fólk mugu sjálv sleppa at ráða yvir sínum pengum – og fáa fulla ábyrgd av, hvat teir skulu brúkast til.

Tá verður ikki neyðugt hjá alment settum “kveikjarum” hjá ALS at “aktivera” arbeiðsleys við at fáa tey at planta jarðber fyri einki.

Nei, tá taka tey sjálv initiativ til tað! Og er lønin lág – ja, so er hon lág! At hava ásetingar sum siga hvussu høg lønin skal vera, forðar fyri, at fólk kunnu byrja eina vinnu, bíta seg føst á marknaðinum, og síðani lata lønina hækka. Tað er betri at byrja við lágari løn enn slett ikki at byrja. Og tað er betri at geva “arbeiðsleysum” nakrar fáar krónur fyri at dyrka jarðber, enn einki at geva teimum – og í staðin løna einum almennum “kveikjara” fyri at “hjálpa” teimum.

“Sosial dumping” er eitt nýtt sosialistiskt rakstrarróp. Men “sosial dumping” er bara eitt annað orð fyri kapping. Og at forða fríari kapping er at forða menning!

 

Eitrið kemur úr ST

Sum so nógv onnur sosialistisk formyndarahugsan er upprunin til arbeiðloysisstuðul helst tey “mannarættindi”, sum ST samtykti í 1948.

Har stendur, at øll hava rætt til arbeiði. Tað er lætt og púra óforpliktandi at siga. Men hvør skal tryggja teimum rættin? Tað ber jú ikki til at áleggja einum borgara at geva einum øðrum borgara starv. Tí endar upgávan hjá tí almenna.  Men tað almenna skapar einki. So er eitt at gera: at taka pengar (skatt) frá teimum sum skapa – og so gera almenn størv til tey, sum halda seg hava “krav” uppá tað.

Men sjálvt almenn størv kunnu til endan blíva so meiningsleys, at tað ikki ber til at seta fleiri fólk.

Hvat ger mann so við tey, hvørs “krav” um starv ikki verður eftirlíkað? Jú – mann gevur teimum kompensatión fyri at hava brotið teirra “rættindi”. – Arbeiðsloysisstuðul!

Hetta er tann ideologiski upprunin til ALS. Talan er um eina heimsumfatandi sosiala og politiska sjúku. Vit kunnu ikki basa henni – men vit kunnu grøða ein av sjúklingunum: Føroyar.

Vit kundu sum eina byrjan avtikið bæði ALS og kollektivar lønarsamráðingar.

Og tá kundi Starvsmannafelagið sjálvsagt eisini verið avtikið.

(Henda grein er brot úr fyrilestri, sum Sjúrður Skaale helt á aðalfundi Starvmannafelagsins, har hann vísti á hvussu stórur munur er á ideologisku hugsanini í Europa og USA. Hetta eru sostatt ikki sjónarmið hjá Sjúrði sjálvum, men ein lýsing av sjónarmiðum, sum eru vanlig í USA, men meira sjáldsom í Føroyum – og av hvussu orðaskiftið hevði sæð út, um vit høvdu havt eitt føroyskt Tea Party).