Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Avlurtingarpakkin avdúkar sambandspolitikkin

2015-01-24 01:59

Edmund Joensen er lopin framav, nú tað stendur øllum greitt, at føroyska brúkarin skal gjalda fyri at lata danskar myndugleikar avlurta seg. Hann gevur nú fullveldispolitikki skyldina...

Høgni Hoydal

Tað var eitt álvarsmál, tá ið Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin í fjør samtyktu donsku lógina um avlurting at galda í Føroyum. Við hesum góvu tey donskum myndugleikum – uttan at vit hava nakað sum helst innlit, avgerð alla ávirkan – heimild at avlurta øll fólk í Føroyum. Tað var løgmaður, ið fyri einhvønn prís vildi hava lógina í gildi. Og partamaðurin Edmund Joensen atkvøddi á fólkatingi fyri, at hetta skuldi setast í gildi fyri Føroyar.

Vit, sum atkvøddu ímóti, vístu á: At hetta er eitt ógvusligt inntriv í persónliga frælsið. At vit geva myndugleikum, sum føroyska fólkið ikki hevur valt, hesar víðfevndu heimildir og lata alt ræðið frá okkum. Og at tað verður føroyski brúkarin umvegis telefyritøkurnar, ið sjálvur skal gjalda fyri sína egnu avlurting. Tí føroysku telefyritøkunum verður av donskum myndugleikum álagt at útvega útgerð og upplýsingar til at avlurta fólk í Føroyum.

Úrlatnir og vendir í hurðini

At hetta er akkurát so, sum vit vístu á, hava nú eisini løgmaður, Johan Dahl og Edmund Joensen verið noyddir at ásanna. Johan Dahl royndi at fara til Keypmannahavnar at biðja Danmark gjalda fyri útgerðina. Men hann varð vendur í hurðini. Danska stjórnin sigur, at telesamskiftið er føroyskt málsøki og tí skal føroyski brúkarin gjalda.

Og har standa sambandsmenninir úrlatnir saman við Fólkaflokkinum og Miðflokkinum. Teir hava sjálvir atkvøtt fyri hesum, men hava billað fólki inn, at tað fekk ongar avleiðingar. Men nú skal hvør føroyingur gjalda fyri, at danskir myndugleikar kunnu avlurta teir.

Edmund Joensen og spunasmiður hansara fara tí nú at blaka okkurt fram, so at fólk ikki skulu hyggja at teimum spillnaknu samgongufólkunum. Teir vilja nú renna ýlandi undan ábyrgdini og avleiðingunum av hesum gerðum teirra og geva onkrum øðrum skyldina.

Hvat er nú til ráðar at taka. Jú, í eini løgnari viðmerking sigur Edmund Joensen, at nú kemur rokningin fyri fullveldispolitikkin og kostnaðin av yvirtøkum (!).

Hatta lata vit standa eina løtu...

Telesamskiftið í Føroyum og sambandsflokkurin

Edmund Joensen vil sostatt vera við, at hetta málið snýr seg um, at vit sjálv hava ræðið á telesamskiftinum í Føroyum. At føroyingar í 1948 tóku ábyrgd av telesamskiftinum í Føroyum. Og tí ávarar Edmund Joensen øll ímóti teimum politikarum, sum vilja taka ábyrgdina av egnum landi og viðurskiftum.

Well, lat okkum tí hyggja at veruleikanum: Longu í 1907 vildu undangongufólk sum Ólavur á Heygum í Vestmanna byggja land og gera telefonsamband millum bygd og bý í oyggjunum og til útheimin. Men Sambandsflokkurin arbeiddi hart ímóti við øllum amboðum. Hetta mátti Danmark taka sær av, og vit kundu sjálvsagt onki tílíkt gera í Føroyum. Og her hendi onki. Føroyar vóru sum eitt u-land – eitt danskt útjaðaraamt – har onki varð nútímansgjørt og útbygt.

Ikki fyrr enn góð 40 ár seinni – í 1948 – tóku vit sjálv ræðið á telefonøkinum og stovnaðu Telefonverk Føroya Løgtings. Og tá hendi tann veruligi framburðurin. Tá varð landið útbygt við telefon og samskifti sum eitt nútímans land. Og vit mentu okkara førleikar og inntøkur. Tað hevur verið eitt satt vælsignilsi fyri okkum.

Hugsið tykkum, um sambandsflokkurin framvegis slapp at forða fyri, at vit hava egið fiskimark og ræðið á okkara egna tilfeingi? Vit høvdu framvegis verið ein tilafturskomin útjaðari, ið bíðaði eftir, hvat danskir myndugleikar kundu geva okkum, tá ið vit royndu at bidda um tað.

At taka ræðið sjálv skapar allan framburð

Og soleiðis hevur tað verið á øllum økjum. Allastaðni, har vit hava tikið ræðið sjálv, hava vit vunnið okkum inntøkur, møguleikar, sjálvsvirðing, menning og førleikar. Tað gevur ikki bert útreiðslur at taka ábyrgd av okkara egna landi. Tað gevur bæði inntøkur, útreiðslur, menning, framtíð - og ja, stundum eisini stórar avbjóðingar og trupulleikar. Og tað er við saman at loysa teir, at vit mennast og ganga fram.

Tað, sum veruliga kostar fyri Føroya fólk í mistum møguleikum og inntøkum, er tann oyðileggjandi sambandspolitikkurin og ábyrgdarloysið, sum Edmund Joensen roynir at agitera fyri. Enntá í einum máli, har hann sjálvur hevur kroyst ein avlurtingarpakka niður um høvdið á øllum føroyingum.