Avlop á fíggjarlógini ella nýggju klæði keisarans !

Stútt og støðugt hoyra vit fíggjarmálaráðharran føra soljóðandi setningar fram:
»vit lovaðu avlop á fíggjarlógini í 2016, og vit hava avlop.«

Men tað eru fleiri undrunarverd viðurskifti í hesi útsøgnini.

- Fyri tað fyrsta ber ikki til at staðfesta nakað avlop í 2016, fyrr enn árið 2016 er runnið.
- Fyri tað næsta sigur hann ikki satt, tá ið hann roynir at billa okkum inn, hvussu hann kemur fram til hetta avlopið í 2016.
- Fyri tað triðja sigur hann als ikki fyri fólki, hvørjar avleiðingar hansara ætlaða avlop í 2016 fer at hava fyri fólkið, ið her býr.

Innbygd eykarokning til vinnuna á 95 milliónir!
Á fiskivinnutinginum í Klaksvík mikukvøldið varð sagt í kjakinum, at í uppskotinum frá Jørgen Niclasen til fíggjarlóg 2016 er ein innbygd eykarokning til vinnuna á umleið 100 milliónir.

»Tað passar ikki!« svaraði Jørgen Niclasen beinanvegin.

Men hyggja vit í uppskotið frá Jørgen Niclasen, síggja vit soljóðandi á síðu 32:

»Í 2016 er harumframt roknað við nýggjum inntøkutiltøkum fyri 95 mió. kr. Hesar inntøkur verða í høvuðsheitum fingnar frá fiskivinnuni og alivinnuni.«(www. logting.fo Tingmál 141/2014 skjal 1 Búskaparfrágreiðing 1 síða 32).
Haldi ikki, at tað klæðir einum fíggjarmálaráðharra at fara so lætt um síni egnu tøl. Tað er sera óheppið og minkar um virðingina fyri tí embæti, ið hann - enn - hevur. Tað er gott og neyðugt at kjakast, men um kjakið skal vera veruligt, mugu tølini vera røtt. Vit mugu kunna hava álit á, at tey tøl, ein fíggjarmálaraðharri brúkar - ella avnoktar - eru tey røttu.

Sparingar fyri 92 milliónir
Tá fíggjarnevndin viðgjørdi uppskotið um karmar fyri 2016 kom greitt fram, at ætlanin er at seta sparingar í verk fyri minst 92 mió. Fleiri av sparingunum longu nú í summar.

Millum annað:
- Null er sett av til lønarvøkstur, hóast lønarsamráðingar vera í heyst. (2% lønarhækking kostar 42 milliónir)
- Seinasta eykajáttanin er ikki tikin við.
- Sjúkrahúsverkinum manglar 14 mió kr. í mun til framskrivingar av verandi og planløgdum virksemi.
- Fólkapensjónini manglar 20,7 mió kr., um verandi fólkapensjónsskipan skal halda áfram í 2016.
- Almannaøkinum manglar 14 mió kr., um verandi virksemi skal halda áfram, millum annað til arbeiðsfremjandi tiltøk.
- Útbúgvingarøkinum manglar 10,8 mió. kr., um verandi virksemi skal halda áfram.
- Miðfyrisitingini manglar 10 mió. kr., um verandi virksemi skal halda áfram.

Avleiðingar av sparingum í 2016
Um samgongan skal spara hesar 92 milliónirnar, sum hon ætlar, verða fylgjurnar stórar fyri vælferðina og búskapin.

1: Fakfeløgini, her hugsi eg um námsfrøðingar, lærarar, heilsurøktarar, arbeiðskvinnur og fleiri, kunnu ikki fáa lønarhækking. Vilja vit tað ? Javnaðarflokkurin vil tað ikki. Hóast vit mugu ansa eftir, at búskapurin ikki verður ov upphitaður, kunnu vit ikki fastfrysta allar lønir komandi ár. Tað fer at ganga útyvir løntakaran og nýtsluna í samfelagnum.

2: Sjúkhúsverkið, sum í dag er niðurpínt, skal spara 14 milliónir. Hetta má merkja uppsagnir og verri heilsutænastur. Harumframt verður eykakostnaður av møguligum nýggjum, dýrum heilivági, ið nú er á veg á føroyska marknaðin. Hetta er heilivágur, sum kann hjálpa nógvum sjúklingum til betri lívsgóðsku. Er hetta ein sparing, sum tit ynskja? Javnaðarflokkurin vil ikki.

3: Fólkapensjónin má lækka aftur, um neyðugu 20,7 milliónirnar til pensjónina ikki vera settar av. Vilja tit lækka fólkapensjónina? Javnaðarflokkurin vil ikki!

4: Almannaøkinum manglar 14 mió. til verandi virksemi. Vilja tit hava verri tænastu og fleiri uppsagnir innan almannaøkið? Javnaðarflokkurin vil ikki!

5: Útbúgvingarøkinum manglar 10,8 milliónir, ið skulu finnast við at rationalisera økið. Vilja tit hava lækkandi støði í fólkaskúlanum, á miðnámi, í yrkisútbúgvingunum ella á Setrinum ? Javnaðarflokkurin vil ikki

6: Miðfyrisitingin skal spara 10 milliónir, og eisini hetta má gerast við at siga eina rúgvu av fólki upp. Hetta fer at merkja, at fakliga ráðgevingin til politisku skipanina næstan hvørvur, og politikarnir standa á berum. Hvar eru rættartrygdin og skynsomu avgerðirnar tá ? Vilja tit, at hetta skal henda ? Javnaðarflokkurin vil ikki.

Prísurin fyri sokallaða “avlopið” í 2016
Javnaðarflokkurin harmast um, at so illa er stýrt, at hall framvegis er á fíggjarlógini. Vit ynskja ikki at seta vælferðina í vanda fyri eitt null á botnlinjuni á fíggjarlógini komandi ár.

Tað BER TIL at fáa avlop á fíggjalógina við einum øðrum politikki.
Tað er ein avbjóðing, men hana vilja vit fegin átaka okkum, um Føroya fólk gevur okkum tað álit tann 1. september!