Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Avgjaldssteðgur

2019-08-07 08:36

Fólkaflokkurin fer ikki undir nøkrum umstøðum at hækka, ella innføra nýggj gjøld. Heldur ikki avgjald á brennievnið.

Avgjøld av øllum handa slagi hava eyðkent sitandi samgongu. Kreativitetinum hevur ikki feilað nakað, tá tað hevur snúð seg um at uppfinna nýggj avgjøld og hækka verandi.

Fólkaflokkurin sigur kortanei til fleiri avgjøld. Fólkaflokkurin vil minka, ella avtaka gjøld, sum sitandi samgonga hevur lagt á skattgjaldaran.

Í sannari avgjaldsøði hevur henda samgongan uppfunnið avgjøld av øllum handaslagi. Henda øðin skal steðgast.

Nú skal borgarin, familjan, einstaklingurin, skattgjaldarin í fokus heldur enn landskassin.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

valevni fólkafloksins