Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ávaring um Hoyvíkssáttmálan

2019-12-27 14:14

Ísland hevur líka siðani 2006 ‘lumpað’ Føroyar í handislviðurskiftunum. Útsøgnin hjá mær kemst av, at í meðan føroyingar settu Hoyvíkssáttmálan í gildi við lóg, settu íslendarar hann í gildi sum Uppskot Til Samtyktar (UTS).
Munurin er, at seinna nevnda onga lógarkraft hevur; eitt Uppskot Til Samtyktar er ikki bindandi á nakran hátt, tað er ein eind, sum mann brúkar, tá mann vil senda politiskar ballónir upp, sum einki virði hevur uttan ein boðskap, eitt politiskt signal. Men ongan annan virkna.
Hinvegin er beinleiðis staðfest í Stýrisskipanarlóg Føroya (§55), at lógir sum Løgtingið ger, hava ikki gildið, hvis tær ganga í móti millumtjóðasáttmálum, sum Føroyar hava gjørt við onnur lond.
Munurin skríggjar til himmals so stórur hann er!

Við hesum í reyvalummanum hava íslendingar sett fleiri tekniskar forðingar, sum hava skeiklað ætlanina við sáttmálanum. Tað sum skuldi verða ein tveyvegis fríhandilsavtala, gjørdist tí hinvegin meira ein einvegis handilsavtala. Alt í meðan føroyskir politikkarar og embætisfólk vendu blinda eyga til og vónaðu tað besta. Eg havi tí í hesum sambandi stóra virðing fyri oddafólkunum i fyrrverandi samgongu fyri, at tey settu hol á henda sjúka býldin.

Í dag, hin 27. desembur, hevur Løgtinið 2. viðgerð av einum uppskotið, sum gongur út upp á, at uppsøgnin av Hoyvíkssáttmálanum skal takast aftur.

Hvis Løgtingið velur at taka uppsøgnina av Hoyvíkssáttmálanum aftur, skal tað hervið vera mín innarliga áheitan á politisku skipanina og føroysku embætisfólkini (sum eg haldi, eisini eiga at vísa ábyrgd) um at seta lógina, sum setti Hoyvíkssáttmálan í gildi, úr gildi, og hareftir heldur viðtaka sáttmálan sum Uppskot Til Samtyktar. So kunnu vit, um ikki annað, samstarva á líka fóti,

Ávaring um íslendskar leigusveinar í Føroyum
Tað eru eftir hondini nógvir føroyingar, sum tæna íslendskum áhugamálum í Føroyum, og tosa teirra søk. Hetta kemst av, at íslendingar eiga so nógv feløg og virksemi í Føroyum, og tí eru nógvir føroyingar, bæði høgir og lágir, sum arbeiða fyri íslendingarnar og teirra áhugamál; tey eru tænarar í egnum landi hjá antin íslendsum kapitali, ella hjá øðrum føroyingum, sum eru tænarar hjá onkrum íslendingi.
Allir føroyingar, føroyskir politikkarar og føroysk embætisfólk mugu tí vera varin við, hvørjum tey lurta eftir, tá kjakast verður um Hoyvíkssáttmálan. Stutt sagt tí tað eru fleiri føroyingar, sum tosa fyri íslendskum áhugamálum og ikki fyri føroyskum áhugamálum.

Annars viðvíkjandi íslendsku hóttanunum, sum vit áðrenn jól kundu lesa um í íslendsku miðlunum, um at seta revsitoll upp á 55% á føroyskar vørur, ákundi eitt passandi móttrekk verið, at sett 55% skatt á vinningsbýtir frá føroyskum feløgum til íslendskar eigarar. So høvdu vit kanska sloppi undan at havt nakað tilfeingisgjald og harumframt høvdu vit megna at sett mvg’ið úr 25 prosentum og niður í 15 prosent.
Tað hevði nokk gjørt nokk so ilt hjá íslendingum...
Mítt point er, at eg haldi, at íslendingar áttu at ansa sær í, hvussu frekkir teir evt. kunnu finna upp á at vera, tí teir hava so ómetaliga nógv meira at missa enn vit føroyingar.