Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ávaring móti kommunusamanleggingum

2019-01-14 07:55

Til borgarar, sum umhugsa kommunusamanlegging.

Í eini grein í Dimmu 12-01-19 fær Runavíkar kommuna rós og verður víst sum fyridømi til aðrar borgarar, sum fáa tilráðing um samanlegging. Tí loyvi eg mær at vísa, hvussu minnilutar verða viðfarnir av politiska meirilutanum. Og sjálvt um vit hava ein samanleggingarsáttmála, sum varð samtyktur av báðum kommununum og táverandi løgmanni, Annfinni Kallsberg.

Skála kommuna, sum legði saman við Runavíkar kommunu 1. januar 2005, gjørdi sáttmála, sum sigur hvussu farast skal fram við samstarvinum í framtíðini. Og farið varð til val upp á henda sáttmálan. Tá Fíggjarmálaráðið hálovar kommunusamanleggingum, loyvi eg mær at gera hesa viðmerking.

Runavík kann saktans vera nøgd, tí allar íløgur verða framdar í Runavík. Teir sita við politiska valdinum, og virða ikki sáttmálar og gjørdar avtalur. Og henda støða verður útnyttað í stórum málistokki. Vit mistu tænastur, sum vit høvdu bygd upp áðrenn samanleggingina, sjálvt um hetta er groft sáttmálabrot. Soleiðis, at vit verða førd langt aftur í tíðina, og kunnu ikki samanbera okkum við t.d. Eiðis kommunu, sum er av somu stødd sum gamla Skála kommuna.

Misnøgdin er stór, sum einki er at siga til. Og hetta er tað, sum Fíggjarmálaráðið hálovar, og helst roynir at fáa aðrar bygdir útí.

Skála 13-01-2019

Jørgin Bech
pensjónistur, Skála