Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

(Mynd: Jens Kr. Vang)

Atlantic Airways skal laga seg til eina nýggja støðu hvønn dag

2020-08-21 10:43

Tað er umráðandi hjá Atlantic Airways at tryggja kappingarførið hvønn dag – bæði í koronakreppuni og eftir kreppuna. Neyðugt er at fara varliga fram, og felagið má kunna laga seg til broytingarnar, so hvørt tær henda

Í mai segði Atlantic Airways umleið100 fólk úr starvi, tí flúgvingin hjá felagnum var so nógv skerd av koronakreppuni. Avgerðin var neyðug, skuldi felagnum verða lív lagað, men hon var tikin við ringum tannabiti. Tann dagin fóru nógv dugnalig fólk úr starvi, og hesin dagurin stóð í skerandi andsøgn til stóru væntanirnar, vit høvdu til árið 2020.

Men á sama hátt, sum tað er uppgávan hjá leiðsluni at laga felagið til meiri flúgving, at skapa fleiri arbeiðspláss og finna felagnum nýggj ferðamál, so er tað eisini uppgávan hjá leiðsluni at laga felagið til kreppuna, tá hon rakar. Tað gjørdu vit, og tað gera vit framvegis. Í hesi truplu tíð halda vit neyvt eyga við rakstrinum og royna at brynja felagið til eina framtíð eftir koronafarsóttina.

Seinastu tíðina er flúgvingin nakað vaksin í mun til, tá ringast stóð til, men enn er langt eftir á mál. Í løtuni flúgva vit bara til trý av okkara upprunaligu 10 ferðamálum hesa ársins tíð, meðan vit so smátt byrja at seta longur út í kortið. Men tað er ein sera torfør flogvinna, sum vit nú arbeiða í. So hvørt sum koronasmittan tekur seg uppaftur, verða ferðamál aftur reyðgul og frá degi til dags verður kravt, at ferðafólk skulu í sóttarhald. Tað sigur seg sjálvt, at hetta er ein sera torførur marknaður at arbeiða á, tí inntøkurnar kunnu blíva burtur líka brádliga, sum tær eru komnar í eygsjón.

Við tí nakað vaksandi flúgvingini er tað gleðiliga tó hent, at vit hava tørv á nøkrum fleiri starvsfólkum. Avtala er gjørd at seta seks flogskiparar aftur í starv. Tveir teirra verða settir í fast starv, meðan fýra verða settir í fríyrkisstørv í september og oktober.

Flúgving til og úr Føroyum er merkt av stórum árstíðarsveiggjum

Atlantic Airways hevur seinnu árini miðvíst arbeitt við at økja leiguflúgvingina fyri at optimera raksturin – serstakliga í lágárstíð. Leiguflúgvingin datt at kalla niðurfyri saman við restini av flúgvingini, tá koronasmittan rakti heimin.

Men so hvørt sum flogvinnan spakuliga er farin í gongd aftur, er leiguflúgvingin eisini økt. Atlantic Airways hevur gjørt avtalu við Folkeferie og Primo Tours um leiguflúgving . Men flúgvingin er fongd við stórari óvissu, tí smittuvandin ger støðugt um seg, har vit flúgva. Bara hesa síðstu tíðina eru tvey av flogmálunum tikin av skrá, tí ávís lond eru vorðin reyðgul, og ferðafólk verða kravd í sóttarhald.

Henda óvissa støðan er orsøkin til, at vit seta fýra flogskiparar í fríyrkisstørv. Tí vit vita ikki, um vit hava arbeiði til teir aftan á oktober. Vit harmast um, at vit í løtuni ikki hava tryggari flúgviavtalur, men hetta eru nú einaferð umstøðurnar í løtuni.

Atlantic Airways hevur síðani byrjan verið mannað við fleiri starvsfólkum um summarið enn um veturin. Í nógv ár brúktu vit útlendsk fríyrkisstarvsfólk í háárstíð, men seinnu árini hevur felagið lagt seg eftir at menna og útbúgva føroyskar flogskiparar og stýrimenn til at hava førleikan at traðka til, tá tørvur er á teimum. Við hesum hava vit støðugt ment føroyska flúgviførleikan og harvið føroyska flogvinnu.

Í sáttmálanum, sum Atlantic Airways hevur við fakfeløgini á økinum, er ásett, hvussu stórur partur av starvsfólkahópinum kann vera fríyrkisfólk. Við nevndu setanum er talið av fríyrkisfólki framvegis lægri enn talið, sum vanliga hevur verið.

Áhugin fyri størvunum, sum flogskiparar og stýrimenn, var sera stórur. Bæði til tey føstu størvini og til fríyrkisstørvini. Mannagongdin í samband við setanir er, at ein metanar- og setanarnevnd ger tilmæli til stjóran um, hvørjir umsøkjarar skulu setast í størvini.

Hendan setanarnevndin er mannað við ovastu fakligu servitanini í Atlantic Airways, har flogskiparafelagið eisini hevur umboð. Endamálið við innstillingini er fyrst og fremst, at bestu flogskipararnir ella stýrimenninir verða settir í starv. Setanarnevndin hevur fleiri kriterii at meta umsøkjararnar eftir, og eitt av hesum kriteriium er starvsaldurslistin. Og hóast starvsaldurin hevur týdning - á sama hátt, sum royndir hava týdning í nógvum størvum - so er talið av árum í starvi ikki einasta kriterii at seta flogskiparar eftir.

Stjórin tók undir við tilmælunum frá setanarnevndini. Í hesum føri - eins og í øllum øðrum setanartilgongdum - hevur Atlantic Airways ikki gjørt annað enn at brúka leiðslurættin og út frá eini heildarmeting sett best skikkaðu umsøkjararnar í starv í mun til uppgávur og tørv felagsins.

Vit hava hildið okkum til allar ásetingar í teimum sáttmálum, vit hava við avvarðandi fakfeløg, og vit eru sjálvandi sinnað at royna møguligar ósemjur í Gerðarættinum.

Røtt aldurssamanseting hevur týdning

Vit eru errin av teimum dugnaligu starvsfólkunum, sum starvast hjá okkum, eins og vit eru hørm um tey dugnaligu starvsfólkini, sum vit noyddust at siga úr starvi.

Atlantic Airways hevur ein sjálvsagdan áhuga í, at vitan og royndir verða verandi í felagnum, og at nýggir flogskiparar og stýrimenn støðugt verða settir við. Ein týdningarmikil partur av hesum arbeiðinum er at syrgja fyri, at felagið hevur røttu aldurssamansetingina. Vit mugu hava eina hóskandi samanseting av tilkomnum og yngri flogskiparum í starvi.

Ein orsøk til hetta er, at altjóða reglur innan ferðafólkaflúgving siga, at skipari og stýrimaður ikki mugu vera eldri enn 120 ár tilsamans. Tað vil siga, at vit kunnu ikki manna eitt flogfar við tveimum 60 ára gomlum pilotum.

Atlantic Airways hevur, sum nevnt omanfyri, í fleiri ár lagt dent á at halda yngri flogskiparar tætt at felagnum. Eitt nú hava vit bjóðað teimum ókeypis “typerating” skeið hjá Airbus, soleiðis at teir eru klárir at traðka til í háárstíðini og annars førir fyri at søkja starv, tá størv eru leys at søkja.

Í hesum sambandi eigur tað at vera øllum eyðsæð, hví starvsaldurin einans kann vera eitt av fleiri kriterium, tá flogskiparar verða settir í starv.

Ein øðrvísi flogvinna eftir korona

Koronakreppan hevur havt grundleggjandi broytingar við sær fyri altjóða flogvinnuna. Hundraðtúsundatals starvsfólk eru søgd úr starvi og túsundatals flogfør sett. Flogfeløg eru farin á húsagang, onnur hava koyrt seg sjálv á húsagang fyri at byrja aftur í nýggjum felag, sum er leyst av gjørdum sáttmálum og avtalum, og stóru almennu flogfeløgini hava fingið milliardir í stuðli.

Øll flogfeløg í heiminum hava skorið útreiðslurnar inn á bein, betrað um mannagongdir og lagt seg eftir at gerast so effektiv sum gjørligt. Við túsundatals av flogførum á jørðini er kappingarstøðan broytt, soleiðis at tað er vorðið munandi bíligari at stutttíðarleiga flogfør heldur enn at eiga síni egnu.

Fyri Atlantic Airways hevur henda støða við sær, at vit mugu vera før fyri at laga okkum til eina nýggja støðu hvønn dag. Vit mugu hava eina væl rikna og effektiva fyritøku, skulu vit standa okkum í flogvinnuni beint nú – og ikki minst aftan á koronakreppuna.

Atlantic Airways er eitt alment partafelag og skal tola spurningar í almenna rúminum, og felagið skal sjálvsagt virða gjørdar sáttmálar og avtalur. Tað gera vit sjálvandi. Men Atlantic Airways er fyrst og fremst ein vinnufyritøka, sum skal rekast skynsamt. Hesum hava nevnd og stjórn ábyrgdina av.

Atlantic Airways er væl fyri at fara í gongd aftur

Stórar broytingar eru hendar í Atlantic Airways seinastu seks árini. Flotin av flogførum er endurnýggjaður við nýggjum, tryggari og meiri orkusparandi flogførum. Atlantic Airways hevur slóðað fyri RNP-flúgvingini til Føroyar til fyrimuns fyri bæði ferðafólk og reglusemið á flogvøllinum í Vágum.

Felagið hevur nú kappingarført prísstøði, og vit virka áhaldandi fyri at menna felagið á talgilda økinum, og við avtalum við altjóða flogfeløg, hava vit ment eitt sterkari sølukervi.

Atlantic Airways er eitt føroyskt felag, og tað fer tað altíð at vera. Tað er her heima, vit gera íløgur, og tað er við Føroyum sum snúningsdepli, at vit leggja flúgving okkara til rættis. Men í mun til altjóða kappingina, sum er í stórari broyting, so er tað av størsta týdningi, at vit reka felagið skynsamt.

Og tað er av størsta týdningi, at vit beint nú, tá umstøðurnar eru so ótryggar og skiftandi, at vit fara varliga fram og laga okkum til eina nýggja støðu hvønn dag.

Vinaliga
Niels Mortensen, nevndarformaður