Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligan stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar

AT VELJA TANN, SUM TÚ VILT

Á heimasíðuni hjá in.fo stendur ein grein, og yvirskriftin er, at Magni Arge og Edmund Joensen koma á Fólkating

Harafturat stendur eisini, at Javnaðarflokkurin fer at missa sítt umboð.

Hetta er at halda fólk fyri gjøldur.

Veljarakanningar eru als ikki eftirfarandi. Tær eru bara kanningar og metingar við stórum óvissum, áðrenn fólk taka veruliga støðu.

VANDAMIKLAR ANALYSUR
Veljarakanningar gerast vandamiklar, tá ið miðlar fáa fatur á teimum.

Tá koma snaringar og vendingar, sum látast at vera professionellar og sakligar. Men, sum alt annað, eru ”analysurnar” ofta djúpt politiskar.

Útleggingarnar eru fyri størsta partin innballað valspinn. Tey sum skrivað vita væl, at spinnið hevur ávirkan á endaliga valið.

FÓLKATINGSVAL ERU EINFØLD
Í grundini er eitt fólkatingsval rættiliga einfalt.

Um fólk vilja hava eitt sambandsumboð á Fólkating, so er eitt at gera. Tað er at atkvøða fyri tí sambandsumboðnum, sum tú vilt hava á Fólkating.

Um fólk ikki atkvøða fyri Sambandsflokkinum, ja so kemur flokkurin ikki í Fólkatingið. So einfalt er tað.

Tí ræður um at atkvøða við sunnari fornuft.

Sosialurin segði um fólkatingsvalið í 2015, at tað var var heilt víst, at Sambandsflokkurin skuldi endurvinna sessin. Tað, sum hendi, var at Sambandsflokkurin misti sítt umboð á Fólkatingi.

Er Sosialurin í holt við at royna sama kunstin, sum hann hevði hepni við á seinasta fólkatingsvali?

Edmund Joensen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin