Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

At taka heiður fyri nakað, man ikki eigur

2018-09-14 21:46

Sambandsflokkurin samráddist við Karen Ellemann longu í februar 2016, og tá avgreiddi ministarin málið, og síðani er onki hent

Sambandsflokkurin hevur ikki hug til, at gera málið um cpr-nummur til eitt mál við Tjóðveldi. Hetta hevur í grundini einki við Tjóðveldi at gera.

Vit vilja fegin hava, at føroyingar kunnu brúka donsk cpr-nummur, soleiðis at sjúklingar, lesandi og onnur fáa nógv greiðari mannagongdir og lættari við at flyta seg, eitt nú til Danmarkar.

Í hesum talgildu tíðum, har borgarin vil avgreiða síni viðurskifti skjótt og smidligt – hava vit ikki brúk fyri óneyðugum seinkandi forðingum. Vit skulu brúka teir fyrimunir, vit hava í Ríkisfelagsskapinum, eisini á hesum økinum.

Tað er so sera einfalt, at taka heiðurin fyri nakað, sum man ikki eigur. Sambandsflokkurin samráddist longu í februar 2016 við Karen Ellemann, sum tá var sosialmálaráðharri. Hon avgreiddi málið.

At tað eru føroyskir myndugleikar, sum nú liggja á málinum, kann als ikki góðtakast.

Bárður S. Nielsen
Formaður Sambandsfloksins