Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

At svara samkyndum við sonnum kærleika

Hesin mánaðin er ”LGBT stoltur mánaði”. Sum eg skrivi, verða LGBT skrúðgongur og aðrar LGBT veitslur hildnar um alt Amerika og uttanlands. Fyri hvørt ár legst aftrat við fólki, sum heiðra LGBT. Ja eisini fleiri kristin og enntá heilar samkomur nýta hetta til eitt høvi at vísa á teirra kærleika fyri LGBT samtakinum.

Tíverri, so eru flest fólk í dag – eisini fleiri kristin – ikki greið yvir, hvat sannur kærleiki er. Tey mistaka viðurkenning og góðkenning fyri at vera kærleiki. Tey, ið ikki viðurkenna og góðtaka LGBT virðini, eru tískil pr definitión ó-kærleiksfull. Men hetta er sjálvsagt ein misskiljing.

Er tað gjørligt veruliga at elska ein annan, hóast ein ikki viðurkennur ella góðtekur teirra hugsjón og atburð? Hetta gera vit allatíðina. Øll hava vit vinir og familju, sum vit inniliga elska, hóast vit eru ósamd í - og kanska beinleiðis mótmæla - teirra atburði og hugsanum. 

Lat meg taka eitt persónligt dømi. Ein av mínum vinum stendur mitt í hjúnarskilnaði. Atburður hansara skaðar bæði ungu dóttir hansara og konu hansara. Eg haldi, at tað, sum hann ger er skeivt og tískil stuðli eg honum sjálvsagt ikki í hesum. Tó eru onnur fólk rundanum hann, sum stuðla honum í – ja og enntá fagna – avgerð hansara. 

Tá eg nú ikki stuðli honum í avgerð hansara, merkir tað so, at eg ikki elski hann? Tað haldi eg ikki. Satt at siga er tað nettup at eg elski hann og familju hansara, at eg ikki stuðli honum í hesi avgerð.

Vit eru kallað at elska næsta okkara – eisini LGBT-næsta okkara. Tað snýr seg altso ikki bara um at tola næstan. Nei, vit eru kallað at elska við sonnum og inniligum kærleika. Við kærleika, sum er blíður og mildur. Vit eru ikki kallað at vera arrogant ella frek og rá.

Vit eiga at vera tey fyrstu at verja LGBT ímóti øllum misbrúki, allari skammferð og ímóti øllum órættvísum mismuni. Allir limir í LGBT eru skaptir í Guds mynd. Tískil eru tey eisini sera virðismikil og eiga at verða viðfarin við stórstu tign og virðing. Alt annað er ógudiligt.

Sigur onkur seg vera ein kristnan, men gevur ábending um – við orðum ella atburði – at Gud elskar ikki tey, sum tilskila seg sum samkynd, tvíkynd ella tvørkynd; skamm fái hann!  Lat meg siga tað so greitt, sum gjørligt, at Gud elskar tey; Hann doyði fyri tey!

Men hvussu sær sannur kærleiki so út?

Elskið við at skýggja hitt illa

Til samkomuna í Róm skrivar Paulus soleiðis, ”Kærleikin veri ikki bert eiti! Skýggið hitt illa, haldið fast við hitt góða! Verið í bróðurkærleikanum hjartaliga eymir hvør við annan! Kappist um at vísa hvør øðrum heiður!”(Róm 12, 9-10). Legg til merkis, hvat Paulus ger her. Mitt í lýsingini av hvat sannur kærleiki er, setur hann eini avgerandi boð; skýggið hitt illa og haldið fast við hitt góða.

Við fyrsta eygnakast sær hetta boðið kanska eitt sindur óhóskandi út. Tað er tað tó ikki. Okkum tørvar áminning um – ja enntá at fáa boð um – at sannur kærleiki viðurkennur og hátíðarheldur ikki tað, sum er skeivt. Vit hava øll lyndi til at góðtaka synd, heldur enn at skýggja synd. Og tað er hendan góðtøkan av synd, sum av órøttum verður forsprákað sum verandi kærleiki.

Til dømis vóri tey trúgvandi í Korint uppblást (errin) av at tey vóru so rúmlig, at tey góðtóku siðloysi teirra millum. Tey skýggjaðu ikki syndiga atburðin. Tey góðtóku tað. Tey enntá reypaðu sær av tolsemi teirra. (1.Kor 5,6).

Ljóðar hetta kent? Tað burdi tað. Hetta er støðan í nógvum samkomun í dag.

Legg til merkis, hvussu Paulus reagerar, tá hann uppdagar teirra siðloysi. Hann góðtók tað ikki. Nei hann skýggjaði tað. Paulus skrivar, ”Tí eg, sum við likaminum eri frástaddur, men hjástaddur í andanum, eg havi fyri mín part longu – sum hevði eg verið hjástaddur – felt tann dóm yvir hann, ið hetta hevur gjørt,” (1.Kor 5,3). Hvørja grund hevur Paulus til hetta? Jú hann gjørdi tað so at andi hansara, sum hetta hevur gjørt, kann verða frelstur á degi Harrans Jesusar. (1.Kor 5,5). Paulus vísti soleiðis sannan kærleika í fordømingini av synd.

Paulus endurtekur hetta í 13. kaputtli, har hann sigur, at kærleikin ”..gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika;” (1.Kor 13,6). Orðið er wrongdoing og merkir sostatt, at sannur kærleiki eigur ikki at gleðast yvir tað, sum er skeivt ella ó-rætt. Sannur kærleiki fer ikki á skrúðgongu við tí, sum ikki er rætt. Sannur kærleiki veittrar ikki við fløggum og rópar ikki hurrá fyri tí, sum ikki er rætt. Nei, sannur kærleiki hveppur seg við og syrgir tað, sum er skeivt og ikki rætt.

Elskið við at halda fast við hitt góða

Sannur kærleiki stuðlar ikki tí, sum er ógudiligt. Hinivegin heldur hann fast við hitt góða. Hetta er ikki lætt at gera. Samfelagið arbeiðir hart fyri at toga teg vekk frá tí, sum er gott. Tað er ikki gott nokk, at tú skalt viðurkenna hitt illa. Nei, samfelagið krevur, at tú heiðrar tí, og gert tú ikki tað, so verður tú skýrdur hatursfullur og trongskygdur – so løgið tað ljóðar. 

Tað kostar at verja tað, sum er gott, vakurt og satt. Men har er nú eisini ein løn at heinta. Apostulin Pætur sigur:

Tit elskaðu! Undrist ikki á eldin, ið komin er yvir tykkum til at royna tykkum – sum tað var nakað undarligt, ið hendi tykkum! Nei, tess meiri lut tit hava í líðingum Kristusar, tess meiri skulu tit gleða tykkum – so tit eisini kunnu gleðast og fegnast í opinbering dýrdar Hansara. Verða tit háðað fyri navn Kristusar, eru tit sæl; Andi dýrdarinnar og Guds hvílir yvir tykkum.” (1.Pæt 4, 12-14)

Í einum heimi, sum er vígdur til synd, fer tað altíð at vera ópopulert at skýggja hitt illa og at halda fast við hitt góða. Men hetta er tað, sum sannur kærleiki krevur. Alt annað er falskur kærleiki, tí tað fortelur heiminum, at synd er ikki ein trupulleiki og at umvending er ikki neyðug.

Ímeðan heimurin heiðrar LGBT stoltleikan, vel so at elska LGBT-næsta tín við at vera eitt ljós í heiminum. Ger okkurt fitt fyri LGBT-næsta tín, sum eina kærleiksgerð. Bjóða til døgurða, brúkið tíð saman, komið at kenna hvønn annan. Men gakk ikki uppá komprimis við tína sannføring.

Jesus gav tað allarbesta fyridømi.

Hvat gjørdi Jesus?

Jesus elskaði syndarar. Hetta eru góð tíðindi, tí vit hava øll syndað og okkum tørvar dýrd Guds. Rættiliga ofta var Jesus saman við syndarum og brúkti tíð saman við teimum. Men hann kallaði teir altíð til umvending.

Táið Hann so sat til borðs heima hjá honum, komu nógvir tollarar og syndarar og sótu til borðs við Jesusi og lærusveinum Hansara. Men táið Fariseararnir sóu hetta, søgdu teir við lærusveinar Hansara: ”Hví etur meistari tykkara við tollarum og syndarum!” Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann við teir: ”Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum! Men farið tit avstað og lærið hvat tað er: ”Eg vil hava miskunn og ikki offur!” Tí Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar.” (Matteus 9, 10-13)

Jesus – hitt mest elskandi menniskja, ið nakrantíð hevur livað – viðurkendi ikki fólk í syndum teirra. Í staðin kallaði Hann tey at venda sær frá syndum teirra. Hann elskaði at venda teimum frá synd. Jesus elskar okkum, júst sum vit eru. Men Hann vil ikki lata okkum vera verðandi, sum vit eru. Hann vil hava okkum – okkum øll – at venda við. Soleiðis virkar sannur kærleiki. 

Onkuntíð tørvar okkum áminning um einfaldar, andaligar kjarnusannleikar. Tá tú merkir hvussu heimurin togar teg, minst tá til at skýggja hitt illa og halt fast við hitt góða. Krøk teg fast til hitt góða og far so og ger, sum Jesus gjørdi.

 

 

Hesin teksturin er serstakliga ætlaður trúgvandi menniskjum. Tó er tað ein universal grund- og meginregla, at sannur kærleiki viðurkennir ikki tað, sum er skeivt.

 

 

Týtt úr enskum hevur Sylvia Thomsen

 

Skrivað hevur Tim Barnett

 

Upprunateksturin kann lesast við at fylgja hesari slóðini:

http://www.str.org/article/responding-pride-month-genuine-love#.WU_zpCPhAwc