Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Við Hera at stimulera

2020-05-26 22:00

Gamli formaðurin í Búskaparráðnum hevur fyri tíð síðani sagt seg úr ráðnum og er farin í annað alment starv. Um hann var troyttur av at siga Tjóðveldi eftir munninum, ella um orsøkin var ein onnur, vita vit ikki.

Fyrr í vikuni varð so sessurin aftur mannaður. Hesaferð var tað so (surprise!) ongin annar enn kampanjuleiðarin hjá Fólkaflokkinum, Heri á Rógvu, ið fekk sessin. Hetta fall ikki í góða jørð hjá Norðlýsinum, sum púra rætt peikar út, at Fólkaflokkurin, sum hevur gjørt nógv við at fortelja hinum flokkunum, at tey føra vinar- og kenningarpolitikk - nú knappliga setur sín kampanjuleiðara í starv sum formann í Búskaparráðnum. Heri er nú tann óhefta fakliga ráðgevingin hjá Jørgen.

Men burtursæð frá Norðlýsinum er ikki nógvur kritikkur at hoyra. Rós og góðynskir frá høgru og vinstru og eingin herferð úr Sortudíki. Nýggjasti popparin hjá Jørgen er populérur maður í skrivstovuveldinum.

Sjálvur haldi eg, at Heri er skilagóður og fittur maður, og hevur góð evnir at brúka analytiskar tankagongdir, sum jú hevur verið partur av hasara arbeiði at arbeiða við hagtølum í nógv ár. So ikki taka hesi orð illa upp; hetta er bara konstruktivur kritikkur. Hjartaliga tilukku við nýggja tittlinum, vónandi kemur tað at gangast tær væl.

Mín vón er einans, at vit sleppa undan at hoyra uppá eitt Búskaparráð, sum bara tilmælir politisk inntriv og keynesiskan politikk. Við øðrum orðum tilmæli um at blanda seg uppí. Endamálið við hesum tekstinum er at royna at gera eina mynd av, hvat ein kann vænta sær frá Búskaparráðnum við nýggja “sheriffinum”.

Høvið til tað kom longu fríggjadagin 22. mai í Degi og Viku, har Barbara Holm fekk høvi at seta Hera nakrar spurningar.


Sí video, um tú ynskir at síggja og hoyra samrøðuna.

Heri er av tí skúlanum, har privatbúskapur og almenni búskapurin er hvør sítt. Tann almenni búskapurin er ólíkur frá privata búskapinum, tí hann er eitt amboð, nakað sum skal stýrast, so at tað ikki skulu koma ringar tíðir, bara ein støðugur vøkstur. Hesum eri eg ikki samdur í. Búskapurin er eitt bottom-up-fenomén, ikki eitt top-down. Inputtið í búskapin er hvørt einstakt menniskja og teirra avgerðir.

Tá ið eg sigi búskapur, so meini eg tann fríi marknaðurin. Eyðkennið er frælsið hjá tí einstaka at velja. Frælsi hjá fólki at handla frívilliga ímillum sín uttan uppíblanding frá triðjaparti.

Hvønn dag gera vit øll rúgvuvís av valum, sum hava ávirkan á búskapin, keypa tú ein kopp av kaffi ístaðin fyri te ávegis til arbeiðis, so ger tú eitt val. Keypir tú eina góða bók ístaðin fyri at fara í biograf, so gert tú eisini eitt val. Búskapurin er uppbygdur av mær og tær og milliónum av fólki sum dag og dagliga gera egin val.

Líka onkrar viðmerkingar: Heri virkaði ógvuliga ókonkretur um, hvørji tiltøk hann tilmælti. Tað tykist sum at tá ið Heri sigur búskapur, so meinar hann við búskapin hjá tí almenna primért, og tá ið hann sigur vinnulív, so er tað tað privata vinnulívið.

Brotin vs. lekjandi búskapur

Tá ið búskapurin hevur eina niðurgongd, ella annað hendir, ið man metir hevur eina neiliga effekt, so fáa búskaparfrøðingar okkum at halda, at búskapurin er brotin, at okkurt er farið av lagi, har vit við politiskum inntrivum mugu gera rætting(ar) fyri at koma aftur á beint. Hendan trúgvin hevur sovorðnar fastatøkur í okkum, at tað er neyvan nakar politikari í Føroyum, sum heldur annaðleiðis. Men einki kundi verið meira skeivt. Búskapur, ið ikki verður niðurbundin av politikarum, er ikki sum ein eskja av sárbærum víngløsum, men sum immunskipanin á einum frískum menniskja í svara aftur, lekir og gerst sterkari tá ið immuskipanin av at vera komin undir álop.

Uppá ongan máta er okkara búskapur brotin. Vit hava havt ein støðg saman við øllum heiminum, og mugu nú tillaga okkum nýggjar umstøður. Sambært Hera skulu vit til at stimulera og stimbra búskapin, við øðrum orðum brúka pengar uttan beinleiðis meining, men bert við tí endamáli, at tað kunstiga peningaliga inputtið frá landinum, skal halda “halda búskapinum koyrandi”. Í seinasta enda merkir tað at landið kemur at leska nøkrum ávísum fyritøkum, tí sum Heri sigur, eru tað nakrar fyritøkur, sum klára seg væl, og aðrar minni væl, og tí skulu ymiskar fyritøkur í vinnulívinum viðgerast ymiskt, ella við hansara egnu orðum: “politikarar skulu til at designa hjálparpakkar”.

Broytingar

Skal búskapurin vaksa, má hann broytast. Fyri at broytast mugu virðir og arbeiðskraft flyta frá har tað er minst tørvur (minst produktivt) til har tað er mest tørvur (mest produktivt). Tað slepst ikki undan, at hesar broytingar skapa arbeiðsloysi. Um einki arbeiðsloysi var, so var ongin broyting í búskapinum, ongin rørsla. So høvdu vit framvegis búð í holum í heyggjum, og tá høvdu búð nógv færri fólk í Føroyum, tí veiðimentanin hevði bert klárað at metta ein brotpart av øllum, sum búgva her í dag.

Lønarvøkstur

Heri rør eisini framundir, at tað er pláss fyri lønarvøkstri. Her tosar hann um, at tað eru nakrar fyritøkur, sum hava klárað seg serstakliga væl seinastu tíggju árini. Her hugsi eg, at hann tosar um fiskivinnuna og alivinnuna, at nú stendur so væl til, at um vit klára at fíggja ein lønarvøkstur í almenna sektorinum fyri tað yvirskotið, sum tað privata hevur klárað at skapt. Tí, sum Heri sigur, yvirskotið er farið til eigararnar heldur enn til lønarvøkstur. Tað ljóðar næstan sum ein endurtøka; nýggi formaðurin er kanska ikki ólíkur tí undanfarna. Her eru tvey ting, sum eiga at vera nevnd viðvíkjandi lønarvøkstri.

Endurnýggjan av vinnutólum kostar. Tað kostar at reka vinnulív. Búskaparfrøðingar hava tað við gloyma hvussu pengar, orka, tíð og váði skulu til fyri yvirhøvur at skapa eitt yvirskot. Teir gloyma, hvussu nógvir pengar av yvirskoti fara inn í aftur vinnulívið, bara fyri at vera við í kappingini í tí fría marknaðinum. Vit tosa ikki um almenn arbeiðspláss, har man er tryggjaður í báðar endar og reelt ongantíð kann missa arbeiðið. Vit tosa um vinnulív, sum átekur sær veruligar váðar fyri framtíðina.

Ein lønarhækkan er ynskilig, men er hon gagnlig? Við at læna stórar upphæddir verða fleiri pengar settir í umferð, og hetta skapar inflatión. Inflatión er hækkandi kostnaður á vørum og tænastu yvir tíð. Tá ið pengamongdin í samfelagnum knappliga økist í forhald til allar aðrar vørur og tænastur í landinum, so hendur ein tilsvarandi justering við vørum og tænastum, ið er inflatión. Ein nýggj javnvág verður automatiskt funnin yvirtíð. Inflatiónin hendir ikki í einum; hon fer spakuliga ígjøgnum búskapin. Tá ið landið sendir nýggju pengarnar í umferð, so økjast lønir og eftirspurningur í einari langari ketu gjøgnum búskapin. Ímeðan inflatiónsprocessin fer fram, hendir ein umfordeiling av virðum frá teimum, sum fáa pengarnar síðst, til tey sum fáa pengarnar fyrst. Sum í hesum førinum, at øll tey, sum ikki fáa lønarhækkan, missa keypikraft, og enn verri, tann sum sparir upp til at hava seinni í lívinum, missir eisini pengar. Tískil er inflatiónin, tann nýggja javnvágin, ein umfordeiling av virðum frá einum bólki av fólki til ein annan bólk. Hesin favoriseraði bólkur er tann, sum landið velur at brúka pengarnar uppá fyrst.

Rationelt vs. irrationelt

Spurdur um hvussu vanligi føroyski brúkarin skal uppføra seg í hesum Coronatíðum, sigur Heri, “Lat sum um Corona ikki er her”, altso, lat sum luft. Tað er sum at biðja fólk uppføra seg irrationelt í eini veruligari støðu, har nógv fólk liva í óvissu. Men í somu samrøðu hevur hann sagt, at búskapurin skal stimbrast, gníggjast og mýkjast við politiskum inntrivum og pengum. Tí vit mugu ikki fáa búskaparskrædl og arbeiðsloysi. Fyri mær ljóðar tað sum at reagera irrationelt uppá eina støðu, sum slett ikki er har. Arbeiðsloysi er støðugt minkandi og alt týðir uppá at búskapurin lekist.

Tæring efter næring

Tað er eingin ivi um, at føroyingar hava tikið eitt tungt tak fyri Corona, og um tað var rætt at gera tað við so stórum inntrivum, fer eftirtíðin at vísa. Tað eru mong, sum hava mist inntøkur, men tað sæst ikki aftur við at tað almenna ætlar sær at tillaga seg tær nýggju umstøðunar. Nú mátti verið tíðin at tikið í egnan barm og farið ígjøgnum alt virksemið hjá tí almenna og hugt eftir, hvat er neyðugt at hava og hvat er óneyðugt at hava. Hetta er neyðugt, tí at almenn arbeiðspláss vera ikki útsett fyri kapping ella øðrum inputtum, ið avspegla hvat tað fría valið hjá einstaklinginum hevði verið. Høvdu vit t.d. frívilliga goldið hundrað og hálvtrýss krónur til KvF hvønn mánað ella høvdu vit frívilliga goldið hálvtrýss krónur um mánaðin til eitt elitupanel í Tórshavn, sum kann deila tað út til síni favorittlistarfólk? Fyri hvørt arbeiðspláss, tað almenna upprættar, verður eitt privat oyðilagt. Nú er tíðin komin til at trúgva uppá tey, sum skapa virðir. Uttan tey hava vit ikki eingong grundarlag fyri at tosa um vælferðarsamfelag.

Keldur

Barbara Holm-kjak við Hera á Rógvi, formann í Búskaparráðnum (Kringvarpið, 22/05/20):
https://kvf.fo/netvarp/sv/2020/05/22/20200522prisirnirhaldaenn

Korona setir dám á heystfrágreiðingina (Kringvarpið):
https://kvf.fo/netvarp/uv/2020/05/22/korona-setir-dm-heystfrgreiingina

Skeggjasambondini í Føroyum (Norðlýsið):
https://nordlysid.fo/tidindi/65029/skeggjasambondini-i-foroyum

Arbeiðsloysi:
https://statbank.hagstova.fo/pxweb/fo/H2/H2__AM__AM02/al_pctkyn_t.px/table/tableViewLayout2/