Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

At hækka studningin er at fjala veruligu lestrarkorini

Í síðstu viku gjørdist greitt, at um játtanin til Setrið ikki hækkar munandi, so verður eingin upptikin til lestur í 2018. Hetta boðaðu Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Setrinum og Ólavur Ellefsen, stýrisformaður frá í skrivi.

Alsamt fleiri vilja lesa á Setrinum, men hava ikki møguleikan, tí útbúgvingartilboðið er ikki so stórt. Tískil mugu tey ungu av landinum at nema sær útbúgving.

Kortini hevur Setrið staðið í vøkstri seinastu árini. Virksemið er vaksandi, og fleiri og fleiri lesandi eru á Setrinum. Hetta er ein stór framgongd fyri Føroyar sum samfelag, ið áður hava verið merktar av lítlum áhuga at lesa í Føroyum. Men hóast Setrið økir um virksemið og tekur fleiri og fleiri lesandi inn, so fylgir fíggingin ikki við virkseminum.

Nú boðar Setrið frá, at við hetta lag noyðist Setrið at gera øgilig sparitiltøk fyri at fáa tað at bera seg fíggjarliga. Ein álvarslig avleiðing kann vera, at eingin verður upptikin til lestur í 2018. Í 2017 fingu 275 lesandi lestrarpláss á Setrinum í boði. Um vit rokna við, at sami eftirspurningur er at lesa á Setrinum komandi ár, so er hetta at rokna sum at biðja 275 fleiri fara av landinum at lesa, heldur enn at vera verandi.

Vit fegnast sjálvandi um, at fíggjarkorini hjá hægri lesandi í Føroyum eru batnað hetta samgonguskeiðið, men tað er lætt at hækka studningin og geva lesandi í Føroyum tólvta mánað afturat, tá ið alsamt færri lesandi verða í Føroyum, um hendan støðan verður veruleiki. Tað er eisini skiljandi, at ferðastuðulin til lesandi uttanlands verður lækkaður, tá ið alsamt fleiri umbønir um ferðastudning verða í framtíðini.

Fróðskaparsetur Føroya hevur altíð havt stóran týdning fyri Unga Tjóðveldið, og hevur tað eisini verið eitt av hjartamálum Tjóðveldis. Á flokstingi hevur Tjóðveldi fyri knøppum hálvum ári síðan samtykt uppskot hjá Unga Tjóðveldinum um at arbeiða fyri, at Setrið verður raðfest munandi. Áður er játtan til Setrið hækkað, tá ið Tjóðveldi hevur sitið við valdið, og hesa gongd mugu vit eisini síggja nú! Tað er alneyðugt at vaksandi virksemið á Setrinum heldur áfram – hetta byggir land og skapar trivna.

Landstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam má biðja løgtingið um eyka fígging til Setrið, so at støðan í 2018 ikki verður óbøtilig. Hetta er alneyðugt, skal virksemið á Setrinum halda fram.

Vegna Unga Tjóðveldið
Hervør Pálsdóttir,
næstforkvinna