Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

At dansa við einum fíli .....

2019-08-19 13:11
Sosial- og almannapolitikkur - 

Tá tú tosar við foreldur, sum hava børn við serligum tørvi, so er afturvendandi at hoyra, at tað, sum tey halda er mest strævið, er teirra stríð við almennu myndugleikarnar fyri at fáa líkinda hjálp.

Tey kenna tað sum um tær ymisku almennu skipanirnar royna at sleppa undan at veita neyðugu hjálpina, ikki fortelja teimum um teirra rættindi og royna at turka ábyrgdina yvir á onkra aðra almenna skipan. Foreldur kunnu fortelja um áralangt stríð fyri at veita teirra børnum neyðugar tænastur og teirra viðurskifti við almennu skipanir hava verið sum ein dansur við einum fíli; tungt, strævið og óstorsligt.

Sambandsflokkurin heldur, at tað almenna eigur at verða við til at nøkta ein grundleggjandi tørv fyri hjálp og sjálvhjálp til allar borgarar og tryggja, at neyðugar kjarnutænastur verða mentar.

Vit mugu gera hetta betri enn almennu skipanirnar megna í dag. Tað letur til, at tað er neyðugt við eini hugburðsbroyting. Skipanirnar hava til uppgávu at hjálpa hesum fólkum og IKKI at senda tey frá Heródesi til Pilatus - Vit mugu hava skipanir, har dentur verður lagdur á samstarvið millum tey, sum skulu veita sjúkraviðgerð, stuðulsfyriskipanir, bústaðarmøguleikar, útbúgvingar- og arbeiðstilboð o.t.

Hetta er eitt av teimum sera átrokandi málunum, sum eg vil virka fyri at fáa loyst beinanvegin, um mær eydnast at koma á ting.

Vit mugu og skulu gera tað betri enn tað, sum hesi mongu foreldur uppliva í dag.

Ein krossur fyri meg á listanum hjá Sambandsflokkinum tryggjar hetta.

Sunrid Traðará

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

RN