
At brúka pengar hjá øðrum
2016-10-26 22:01
Nú er tað kanska sjáldsamt at síggja eina grein við ongum lyftum, men her er so ein. Tað
tykist at vera breið politisk semja um, at tú skalt rinda nógvan skatt,
og so skulu onnur gera av, hvat tínir pengar verða brúktir til.
Veljarin sær hvønn dag lyfti um bæði eitt og annað. Og tað er ikki so
løgið. Í Tórshavnar kommunu renna einar 3,6 milliardir inn í kassan
komandi fýra árini. Kravdar verða áleið 214.000 krónur inn í skatti
eftir fýra árum frá hvørjum veljara í miðal. Summi rinda munandi minni
summi væl meira. Er árliga inntøkan 380.000 krónur, hevur tú eftir fýra
árum rindað 300.000 krónur beinleiðis í kommunuskatti. Tað eru nógvir
pengar.
Eg haldi, at fíggjarpolitikkurin skal virða, at tað er borgarin, sum
fíggjar kommunala virksemið. Fólk hava ríkiligt at brúka pengarnar til
sjálv, húsalán, mat, ferðir ella okkurt fjórða.
Les meira