Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

(Mynd: Sverri Egholm)

Astrup uttanfyri galdandi lóg og rætt

2019-11-25 13:38

Astrup er aftur í morgun í veltuni og leitar eftir eplum, har eingi epli eru.

Astrup, tað er akkurat sum tú sigur : Den fortsættende bank – les Betri Banki (mín staðfesting) - overtog den 30. september 2010 fra den gamle bank – les gamli Eik – et engagement med Sydporten, bogført til 96 mio. kr. med sikkerhed i ejendommen, næst efter et pant på 214,5 mio. kr. til BRF-kredit.

Der blev i december 2010 udarbejdet en ekstern vurdering af Sydporten, som blev vurderet til 227 mio. kr.

T.v.s. at yvirtøkan var til bókførda virðið 96 kr. mill.

Víðari sigur tú: ”På dette grundlag værdiansatte den fortsættende bank – les Betri Banki - i sin åbningsbalance pr. 1. oktober 2010 engagementet med Sydporten til 6 mio. kr ”, ja men góði Astrup, tað er tí at bankin fær eitt tap uppá 90 kr. mill. Um meiningin var, at seljarin bert skuldi fáa 6 mill. kr., so skyldar seljarin – gamli Eik - 90 mill til keyparan – Betri Banki - men tað ger hann ikki, og tí hongur keyparin uppá tapið. Sambært galdandi roknskaparreglun, kann keyparin - les Betri Banki - upp til 18 mánaðar útreiðsluføra tapið yvir sína byrjunarfíggjarstøðu, men ikki longur enn til 1. okt.

So Astrup, tað er ikke eg, sum skal forstanda nakað, men tú, sum skal forklára hví vanliga lóggávan ikki er galdandi í hesum máli.

Tú fordrejar og manipulerar sum vant aftur í endanum av greinini, tí Taks hevur ongantíð ”underkendt fradraget”, tí vit sum minnast tína skriving frá byrjan vita, at tú av fyrstan tíð helt uppá, at tapið ikki var í bankanum, men tað hevur tú eftir øllum at døma viðurkent, tí fyri at seta eitt goodwill til 0, so má tapið liggja í bankanum, tí annars var einki virði av goodwill at meta um. Og tá ið eitt tap ikki kann dragast beinleiðis frá, so er tað sambært roknskaparreglunum eitt goodwill, hvørs virði Taks altíð skal meta um.

At Astrup so eisini meinar at rætturin ikki hevur skil fyri Eik endurgjaldsmálinum, undrar heldur ikki, tí tá man er so klókur sum Astrup, so er tað í hansara hugaheimi bara hann, sum hevur skil fyri øllum, meðan øll onnur – undantikið Jan Lamhauge – ikki hava skilt eitt petti.

Ein góður vinur, sum nú er farin, og sum hevði verið á Heilbrigdinum á Velbastað til avvenjingar, hevði har lært, at tá ein sá fleiri enn tríggjar devlar rundan um seg, var tíðin komin at venda pílinum inneftir – kanska nakað Astrup kundi lært av.

Jógvan Páll Lassen