Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Astrið Breckmann: Áheitan á Mentamálaráðið um málfrálæru

2014-05-07 13:29

Hetta bræv er ein áheitan á og ein ávaring til landsins skúlamynduleikar um ta neiligu gongd, sum undirvísingin í týskum (o.ø. evropeiskum málum) hevur verið offur fyri í tí førda skúlapolitikkinum í Føroyum hesi farnu árini.

Tað eru bert fá ár síðan, at føroyskir næmingar í framhaldsdeildum, preliminer- og realskúlum vóru so væl fyri, at teir kundu læra føroyskt, danskt, enskt og týskt (og lítlu royndina í latíni) millum 11 og 16 ára aldur. Millum annað hetta hevur gjørt, at føroyingar av øllum norðbúgvum, sambært stórari rannsókn hjá Norðurlandaráðnum, vóru nógv best fyri málsliga. Sama man kunna sigast um føroyingar í evropeiskum høpi. Neyvan nakað land kundi bjóðað sínum tá skúlaða fólki umframt omanfyri nevndu mál málsligt studentsprógv við fronskum og russiskum ella sponskum sum valfaki. Tá fingu bert fá ung fólk útbúgving fram til student.

Í dag strembar allur skúlapolitikkur eftir at fáa so stórt tal av ungum føroyingum til so høga útbúgving sum gjørligt. Alheimsgerðin krevur eisini, at so nógv fólk í einum landi sum til ber eru við til at fremja landsins áhugamál í tøttum sam- og viðskiftum við grannalond og onnur. Óneyðugt at siga eru málfakini mest umráðandi í hesum viðfangi. Tí er tað málslig, handilslig og mentanarlig útarming og við tíðini sjálvmorð fyri eitt lítið land sum Føroyar, fullkomiliga heft av millumtjóðahandli og ferðavinnu (í Íslandi nú ájøv í týdningi við fiskivinnuna sum partur av BTÚ), at beina fyri førleikanum hjá flest møguligum føroyingum í flest møguligum málum.

Sum lærari í týskum í fólkaskúlanum loyvi eg mær at heita staðiliga á Mentamálaráðið um at steðga hesi sjálvskaptu afturgongd og at venda útbúgvingarskútuni aftur á ta kós, hon hevur havt, áðrenn hetta ólagið kom í.

Øll framtíðin í Evropa búskaparliga hongur mest á herunum á teimum uml. 100 mió av týskt talandi fólkum mitt í meginlandinum. Tað er óamannaverk at gera føroyingar fávitskutar í týskum máli og harvið týskari mentan, tónleiki o.ø.

Facebook og Twitter eru sum einasta mentanarliga fóður og lóður hjá føroyskum ungdómi tann reini undirgangur. Eitt stórt mentanarligt tómrúm verður uttan týsk stórmenni sum Luther, Goethe, Schiller, Zweig, Mann, Grass umframt allar heimsspekingarnar og heimsins størstu tónaskøld í týskttalandi londum. Verður tað gongdin hjá føroyingum frameftir, enda vit sum evropeiskir mentanarleysir andsloysingar.

Eingin so mikið sum hugsar um at minka frálærutímarnar í náttúruvísindum, tí uttan tey tapa vit enn skjótari kappingina ímóti okkara evropeisku og asiatisku kappingarneytum.

Útbúgving eigur at fylla meira og ikki minni í uppalingini av okkara ungdómi. Hvat ætla mynduleikarnir at seta í staðin fyri tað fallandi talið av máltímum? Nú verður enntá miðvíst roynt at lata tann gluggan aftur, sum føroyingar hava havt inn í norðurlendsk mál og bókmentir gjøgnum yrkisgreinina danskt, við tí úrslitið, at nú verður hvørki kravt danskt, týskt ella latín, og franskt víkir skjótt fyri sponskum í miðnámsskúlum, uttan at vit varnast nakra framgongd í føroyinga kunnleika til spanskt. Tað er ein sannroynd, at frálæran í evropeiskum málum meira og meira verður eitt eiti, frálærutíðin fer upp í einki, og føroyingar eru í vanda at enda sum íslendingar. Vit duga minni og minni okkara móðurmál, og halda okkum duga betur og betur enskt.

Vísandi til omanfyri standandi sjónarmið og mínar egnu royndir sum lærari í føroyskum, enskum, týskum (og nú eftirspurningur hevur verið, eisini í sponskum) og søgu/samtíð heiti eg við hesum staðiliga á skúlamynduleikarnar um at bjarga føroyingum undan at gerast eitt málsliga og mentanarliga fátækt og fávitskut fólk.

Astrið Breckmann,

lærari í føroyskum, enskum, týskum og søgu/samtíð í Skúlanum á Argjahamri

(Lagt út á Lesaran: L.Láadal)