Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ársins sjálvmál?

Skalt tú flenna ella gráta, nú ið frættist um nýggjasta framtakið hjá Tórshavnar Býráði, sum í meir enn ein mansaldur hevur lagt alla sína orku í at veita borgarum sínum allar hugsandi hentleikar, tá ið snýr seg um likamliga venjing:

Gundadal og Tórsvøll og Tórsbreyt, Argjavøll og Hoyvíksvøll.

Badmintonhøll, Gundadalshøll, Hoyvíkshøll og tvíhøll á Hálsi.

Sum hjáveiðu fingu havnarfólk eisini morsnigil, vespur, humluflugur, lokplantur og annan tramansskap.

Nýggjasta átakið er soleiðis samansett – nevnt við teirra egnu orðum: Klintriveggur, skatepark, golfsimulator og skíðlyfta.

Soleiðis endaði stórfingna ætlanin um arbeiðsskapandi sjóvinnuhús á vestaru bryggju. – Tó skal skíðibrekkan við lyftu, sum skilst, leggjast, har ið NATO-trøllini áður húsaðust.

Tað er lætt at skilja, at fólk, ið sjálv eru vorðin gomul og hava brúk fyri stovnsplássi, og ikki minst yngri fólk, ið varða av gomlum og óhjálpnum, øtast um raðfestingarnar hjá hesum býráðnum.

Og nú vit nevndu hallir og vøllir, munnu mong trákkast eftir, at býráðið varnast, at fólk umframt útlimir eisini hava høvd, sum skal hava sínar avbjóðingar. Okkurt at lesa, sum nertur við okkum kensluliga, sum víðkar okkum sjónarringin.

Ongantíð hevur stuðulin til skapandi list verið so ússaligur sum hjá hesum býráðnum, sum samstundis dag og dagliga stjelur tilfar frá høvundum og týðarum, listafólkum, ið myndprýða bøkur, fotografum og tónaskøldum.

Sambært § 40, stk. 1 í løgtingslóg nr. 30 frá 30. apríl 2015 um upphavsrætt umboðar Fjølrit í avtaluhøpi allar rættindahavarar viðvíkjandi tekstum, myndum og nótum. Felagsskapurin umboðar Rithøvundafelagið, Felagið Føroysk Tónaskøld, Føroyskar Yrkisfotografar, Føroysk Bókaforløg, Føroysk Miðlafólk og Føroysk Myndlistafólk.

Nýliga hava Kommunufelagið og Fjølrit skrivað undir sáttmála, men Kommunufelagið hevur “av ávísum orsøkum”, sum tikið verður til, lagt tað út til kommunurnar hvørja einsæris, at taka avgerð um tær skulu taka undir við gjørdu standardavtaluni ella ikki.

Higartil hava Fugloyar kommuna, Runavíkar kommuna og Vágs kommuna skrivað undir – men høvuðsstaðarkommunan? Nei!

Tá ið Runavíkar kommuna skrivaði undir, málbar borgarstjórin har seg soleiðis, at hann “væntaði og vónaði at avtalan fór at verða stuðlandi undir føroyskari mentan og evsta samleika okkara: "Móðurmálinum”, og hann legði aftrat: “Neyðugt er at geva mentanararbeiðarum okkara rúmari ræsur, hesir, sum virka á einum av heimsins minstu pallum - marknaðum.”

Hesi orð kunnu býráðslimir í Havn leggja sær í geyma, meðan teir klíva á sergjørdum veggi niðri á tí, sum einaferð nevndist Bacalao, aka á rennifjøl, hugna sær í golfsamláta ella standa á skíðum á Sornfelli.

Árni Dahl