ÁRSINS FØROYINGUR - eitt herðaklapp

2019-01-11 22:10

Kristiliga Tíðindatænastan v/poul jóhan djurhuus - tlf: +298 228314 - gjaranes@gmail.com

SKRIVAÐ: pjd, Glyvrar 08.01.2019

Tú kanst hoyra innslagið í Kristiligu Tíðindasendingini á R7.fo

________________________________________________________________________________________

ÁRSINS FØROYINGUR

- eitt herðaklapp

Eitt sera forvitnisligt tiltak hjá Sosialinum er kappingin um hvør er ársins føroyingur, og einaferð enn hevur blaðið skipað fyri, at føroyingar kunnu innstilla persónar og síðani velja ársins føroying – og í blaðnum millum jól og nýggjár varð avdúkað hvør er ársins føroyingur.

Fleiri føroyingar vórðu innstillaðir saman við eini frágreiðing um hví ein er í uppskoti til ársins føroying. Millum tey innstillaðu vóru Sigrid Sivertsen, Birgir Andreassen og Øssur Berghamar.

· Um Sigrid varð sagt, at hon ger eitt stórt arbeiði at savna inn pening til Barnabata, og at hon hevur gjørt hetta í fleiri ár.

· Um Birgir verður m.a. sagt, at hann ger nógv fyri onnur bæði heima og í Rumenia, har hann hjálpir teimum, sum hava tað minni gott.

· Eisini var Øssur Berghamar ímillum boðini at gerast ársins føroyingur; og grundgevingin at skjóta Øssa upp, er hansara ótroyttiliga lívsgevandi ídni við uppbyggjandi og lívsjáttandi vitjanum hjá m.a. uppgivnum føroyingum á Ríkissjúkrahúsinum, sum ígjøgnum mong ár eru vorðnir fleiri túsund í tali.

ÁRSINS FØROYINGUR : Í blaðnum millum jól og nýggjar varð avdúkað hvør hevur fingið heiðurin at kallast Ársins Føroyingur - og tað var eingin annar enn Øssur Berghamar í Kristnastovu á Birmavegi 36 Amager í Keypmannhavn, sum hvørja viku, síðani 1973 og til dagin í dag, hevur vitjað føroyingar, sum liggja á sjúkralegu á Rikissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.

Jóannes Hansen, freelance tíðindamaður á Sosialinum, hevur áhugaverda samrøðu við Øssa í hesum sambandi í Sosialinum, har Jóannes innleiðir samrøðuna við hesum orðum: “Nú hann mest sum er við at rigga av, kom tað ikki sørt óvart á trúfasta mannin í Keypmannahavn, ið saman við konuni hevur tænt sínum landsmonnum á flatlondum í næstan hálva øld, at hann skuldi verða valdur ársins føroyingur!”

Kristiliga Tíðindasendingin unnir honum hetta herðaklappi, og ynskir Susani og Øssuri hjartaliga til lukku við heiðrinum, og ynskir honum mong spor afturat inn á Ríkissjúkrahúsið.