Eg eiti Hervør Pálsdóttir, eg eri 23 ára gomul, og eg stilli upp til løgtingsvalið fyri Tjóðveldi.

Eg brenni fyri teimum grønu, samhaldsfestu og frælsu Føroyum.

Arbeiðsumhvørvi fyri ung

2019-08-22 12:31

Hóast vit búgva í einum av heimsins ríkastu londum, eru vit í Føroyum ikki komin á mál við at tryggja ungum eitt nøktandi arbeiðsumhvørvi.

Sjálvt um okkara arbeiðsumhvørvislóg er gjørd eftir sama leisti sum hinar norðurlensku, og hevur serligar ásetingar um arbeiðsumhvørvi hjá ungum, kunnu hesar ásetingarnar, fyri ein stóran part, ikki nýtast. Orsøkin er, at vit enn ikki hava lýst eina kunngerð um arbeiðsumhvørvið hjá ungum yngri enn 18 ár, hóast heimild hevur verið til hetta í næstan 20 ár.

Vit hava tískil ongar nágreiniligar ásetingar, um hvørji serlig atlit skulu takast til arbeiðsumhvørvi hjá ungum í hesum aldursbólkinum, hvørji vinnutól hesi ikki mugu handfara og nær tey ikki eiga at arbeiða einsamøll.

Er tað t.d. trygd at:

·         at lata 15 ára gomul arbeiða einsamøll við fitikóki (friture), sum er næstan 200 stig heit?

·         at lata 16 ára gomul sita einsamøll við ein handilskassa klokkan 22 um kvøldi?

·         at lata 17 ára gamla arbeiða úti á einum aliringi?

Í hinum norðurlondunum eru slíkar kunngerðir lýstar fyri 20-30 árum síðani.

Sum valevni fyri Tjóðveldi er tað mín avgjørda sannføring, at vit, sum framkomin tjóð, eiga at tryggja okkara ungu eitt trygt og heilsugott arbeiðsumhvørvi. Tískil skal slík grundleggjandi lóggáva setast í verk.

Vit kunnu um vit vilja.

Hervør Pálsdóttir, valevni fyri Tjóðveldi