Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Apropos autismudagin

2019-04-02 22:52

Tíverri er støðan nógv verri enn hvat fólk ímynda sær hesum viðvíkjandi. Børn við neurologiskum ólag og teirra avvarðandi eru mestsum slept upp á fjall, samstundis sum hesi gerast fleiri og fleiri. Eitt ótal av børnum verða diagnosticerað psykiatriskt sum autistisk, uttan so mikið sum at nøkur medicinsk kanning av teimum yvirhøvur verður gjørd. Autisma er smb. uppruna definitiónina nakað heilt annað enn tað sum hugtakið verður (mis)brúkt til nú á døgum. Men tað er sum um at vit taka bara ókritiskt fyri givið at talan má vera um autismu og sostatt mentalt brek sum einki kann gerast við — okkurt sum helst er genetiskt treytað, hóast allir læknar vita at einki genetiskt brek kann spreiða seg sum ein epidemi. Vit gloyma at fólk sum eru órógvað í heilanum av sjúku eru ikki neyðturviliga mentalt brekað, sjálvt um tey hava symptom sum kunnu minna um. 

So nei, hetta er IKKI autisma, sjálvt um vit kalla tað so. Hetta eru sjúk børn sum verða avskrivað av heilsuverkinum, tí eingin torir at siga sum er at tey hava fullan rætt til læknaliga, medicinska hjálp, heldur enn vónleysa uppvarting restina av lívinum (bara tí onkur ørvitis avgerð varð tikin í 1980unum í Amerika, og seinni mestsum alla aðrastaðnis, um at autisma skuldi vera diagnosan til hetta alsamt meira vanliga ólag við autismu-líknandi symptomum, og at diagnosticering og viðgerð skuldu takast úr hondunum á barnalæknum og neurologum og ístaðin leggjast yvir til psykiatarar, sum tó einki boð høvdu tá og ei heldur hava nú upp á nakra effektiva viðgerð). 

Aftan á øll hesi árini eigur hetta dýra experiment nú sjálvsagt at verða endurskoðað, har atlitið til patientin, tey avvarðandi og samfelagið sum heild má viga meira enn gamal vani og maktin hjá teimum sum heldur vilja varðveita status quo. Tí hetta er longu sum er ein nóg álvarslig vanlukka, ein tikkandi bumba og ein syrgilig søga um brot á mannarættindi. Men jú meira vit bíða við at rætta upp á hendan ófatiliga skeivleika og órætt, jú størri verður trupulleikin og tess verri verða fylgjurnar og upptakið. 

Talan er nevniliga í allar flestu førum smb. millum annað ein kendan barnalækna og neurolog (Michael J. Goldberg, Tarzana, California), um ólag í heilanum hjá hesum børnum sum úrslit av at teirra immunskipan er vorðin ovuraktiv og tí ger inntriv sum kunnu darva heilafunktión og órógva upp á nógvar ymiskar mátar. Beinleiðis orsøk til støðuna er vanliga onkur aktiv virusinfektión og ofta eisini allergi av einum og øðrum slag — alt samalt nakað sum kann kannast, staðfestast og viðgerast medicinskt, eitt nú við hjálp av dieti og góðkendum heilivági. 

Hartil skal tó sigast at tað er sjáldan nøktandi at "bert" fáa hesi børnini frísk aftur; tí tey kunnu vera nógv afturúr sigld í sínari persónligu og sosialu menning og hava tí stóran tørv á venjing fyri aftur at kunna gerast normalt fungerandi.