Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Antitrust vil kveikja fiskivinnuna

Viðmerkingar til viðmerkingarnar frá Kappingareftirltinum til Løgtingsmál um uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi.

Fiskivinnan hevur eitt ómetaliga stórt vakstrarpotentiali fyri føroyska samfelagið. Fyri at fáa størst møguligt avkast av fólksins ogn, má nýggja fiskivinnulóggávan tryggja góðar karmar fyri nýskapan í fiskivinnuni. Føroyar hava brúk fyri svongum íverksetarum og vitanarstørvum í fiskivinnuni fyri at leggja búskapin um frá ídnaðarbúskapi til alheims vitanarbúskap

“Fiskivinnan er ikki so serlig, at hon eigur at undantakast aðrar skilagóðar skipanir,” segði Terje Sigurðsson, deildarstjóri við Kringvarp Føroya.

Jú, fiskivinnan ER serlig, tí hon hevur so stórt vakstrarpotentiali fyri føroyska samfelagið. Rávøran er einastandandi, og allur heimurin er okkara marknaður. Tí hava vit føroyingar góðar fortreytir fyri at vera millum tey bestu í heiminum til at menna vørur úr fiski, sum liggja ovast í virðisketuni. Hetta eru vørur, ið geva brúkarum góða heilsu, góða vælveru og góðar upplivingar – við øðrum orðum, funktionellar vørur.

“Ein skipan, sum tryggjar lívfrøðiliga tilfeingið, men annars letur fiskivinnuna tillaga seg eftir umstøðunum, er tað, sum gevur størst møguligt avkast av fólksins ogn,” stendur skrivað í viðmerkingunum frá Kappingareftirlitinum til Vinnunevnd Løgtingsins.

Her er tað neyðugt at leggja afturat, at skipanin somuleiðis skal tryggja karmar fyri nýskapan. Hetta fyri at skunda undir tilgongdina at leggja búskapin um frá ídnaðarbúskapi til vitanarbúskap, og økja munandi um búskapin í fiskivinnuni. Vinningurin av at hava antitrust reglur í fiskivinnulóggávuni er nógv størri enn vinningurin av at miðsavna fiskivinnuna á fáum hondum. Harafturat er vinningurin við vitunarbúskapi, at Føroyar fáa fleiri vitunarstørv í fiskivinnuni, og hetta eigur at gagna bæði Suðuroynni, Norðoyggjum og restina av Føroyum.

Karmar fyri nýskapan

OECD ritgerðir hava eyðmerkt fýra førarar, sum hava avgerandi týdning fyri nýskapan. Hesir eru: Menniskjaligt tilfeingi, vitan og vitanardeiling, íverksetan og kunningar- og samskiftistøkni. Í hesi grein verður einans íverksetan viðgjørd, tí antitrust er ein partur av kørmunum fyri íverksetan í eini vinnu, sum hevur eitt avmarkað tilfeingi.

Antitrust eggjar íverksetarar

Antitrust eggjar íverksetarum til at fara til verka. Ein íverkseti, ið hevur funnið fram til eina lønandi vøru, hevur tveir møguleikar. Annar er at halda áfram við virkseminum og vaksa um fyritøkuna, og hin er at selja fyritøkuna. Áhugin og møguleikin hjá íverksetaranum at selja fyritøkuna er munandi størri, um talan er um fleiri keyparar.

Antitrust ger tað somuleiðis lættari hjá núverandi virkjum at leggja sína framleiðslu um til eina vitanarframleiðslu. Hetta tí minni fyritøkur hava tað lættari við at leggja framleiðsluna um til eina vitanarframleiðslu enn størri fyritøkur.

Íverksetarar hava serligan týdning fyri fiskivinnuna

Íverksetarar hava serliga stóran týdning fyri samfelagið í tíðarskeiðum, har tað eru stórar broytingar. Tað er ein stór avbjóðing hjá fyritøkum at umstilla seg frá einum ídnaðarbúskapi til ein alheims vitanarbúskap. Tað er ofta lættari hjá nýggjum fyritøkum at taka nýggja tøkni og nýggjar arbeiðshættir í brúk og á henda hátt ávirka framleidni og vælferðina. Nýggjar fyritøkur økja trýstið á verandi fyritøkum til at vera meira úrslitagóðar og at koma við nýggjum vørum og tænastum.

Fiskivinnan skal gerast eggjandi fyri íverksetarar, tí íverksetarar vilja byggja sínar egnu dreymar. Á Vinnudegnum í ár segði Tommy Ahlers, íverkseti og formaður í Iverksætterpanelet, sum danska stjórnin hevur sett á stovn: “Byggir tú ikki tínar egnu dreymar, so hjálpir tú øðrum at byggja teirra dreymar.”

“Tey, ið eru svangast vinna,” var ein annar av boðskapunum hjá Tommy Ahlers. Tað eru ikki tey, sum eru klókast ella ríkast, ið eydnast sum íverksetarar. Tað eru tey, sum eru svangast. Fiskivinnan hevur brúk fyri svangum íverksetarum.

Janet Fríða Johannesen

Matvøruverkfrøðingur við høvuðsritgerð í fiskivinnutøkni

Master í Mangagement við masterritgerð í nýskapanarleiðslu

(At lóggeva fyri antitrust, er at lóggeva ímóti tí skaðiligu ávirkanini, sum monopol- og stórar fyritøkur hava á tí fríu kappingina. Orð við sama týdningi sum antitrust er antimonopol.)