Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Jógvan Skorheim (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Annika ryggsvimur

2019-01-10 17:05

Eg veit, at Annika Olsen var góður svimjari, men eg minnist ikki, um tað var í ryggsvimjing ella í aðrari grein. Men í spurninginum viðvíkjandi bústaðarneyðuni er týðiligt, at her verður gjørd ein roynd at ryggsvimja.

Út frá útsøgnum frá Anniku Olsen í almenna orðaskiftinum um bústaðartørvin hevur higartil verið púra greitt, at hennara áskoðan hevur verið, at ein kommuna als ikki skal taka nakran lut í nakrari íbúðarbygging. Tað var, sambært henni, beinleiðis skeivt og kappingaravlagandi.

Nú, nakrar krákumánaðir seinni, er hon, vísandi til hetta seinasta aftursvarið til mín, tíbetur komin á aðrar tankar, og vil nú, at kommunan fer í gongd við bústaðarbygging saman við vinnuni.

Tað ljóðar sum ein kúvending.

Eg veit ikki, um Annika Olsen ikki hevur fylt við í kjakinum um leigubústaðir, tí sum løgtingsmaður havi eg longu lagt uppskot fyri løgtingið um at geva kommunum størri heimildir at byggja íbúðir saman við vinnuni. Ikki bert íbúðir til ein bólk av fólki, men heldur til allar aldursbólkar, og har bústaðarneyðin er størst. Tí havi eg nevniliga tikið ábyrgd heldur enn at spælt bóltin víðari til nakran annan.

Vit mugu loysa bústaðarneyðina, og mín grundleggjandi hugburður er, at um tað ikki verður umvegis kommunurnar saman við vinnulívinum, so verður tað ikki loyst.

Amboðið til at loysa tørvin er ymiskur, alt eftir hvar í Føroyum tú ynskir at búgva. Tí er tað eisini umráðandi, at bústaðarmynstrið avspeglar júst tað lokalsamfelagið og ynskini, ið borgarin hevur júst á tí staðnum. Bústaðarmynstrið í Føroyum er broytt nógv seinastu árini, og tí skulu heimildirnar til kommunurnar eisini broytast tilsvarandi. Tað vóni eg, at eg og Annika kunnu vera samd um, tí tað er neyðugt, um vit sum samfelag skulu basa stóra tørvinum á bústøðum.

Jógvan Skorheim
borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu