Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Annika Olsen stjelur ræðisrættin.

2013-08-29 21:48

Sum borgarstjóri í Eiðis kommunu má eg boða frá, at tað undir ongum umstøðum kann góðtakast, at kunngerðin um røktarheim og eldrasambýlið verður sett í verk 1. september.

Tað er sólarklárt, at Annika Olsen er við at knúsa eitt vælvirkandi samstarv á eldraøkinum. Samstarvið millum kommunurnar í øki 2, hevur riggað framúr væl, men henda kunngerðin kann lættliga gerast mønustingur í hesum samstarvi.

Í øki 2 eru 6 kommunur og 4 heim (í ymiskum kommunum). Tær 6 kommunurnar skulu velja 3 umboð í eina felags upptøkunevnd. Tað skal ikki nógv støddfrøði til at skilja, at minst ein kommuna kemur at standa við einum heimi og ongum umboði. Eiðis kommuna er fjórstørst av kommununum og tískil er líkt til, at tað verður hon, sum ikki fær umboð í upptøkunevndinafyri sítt egna heim. Tað skal valdast útmanipulering.

Men hetta er ikki tað, sum ræðir meg mest. Sjálv samansetingin av upptøkunevndini er meiri ræðandi. Í upptøkunevndina hevur Almannaverkið tryggjað sær meiriluta og formann, og yvirtekur tískil allan ræðisrættin fyri hvør sleppur at brúka heimini.

Eiðis kommuna hevur í 1999, av sínum eintingum, gjørt íløgu í eldraøkið, fyri at geva eldru borgarunum í Eiðis kommunu eitt nøktandi tilboð. Hetta er ein íløga, sum allir borgarar í Eiðis kommunu hava goldið, og tí standa vit undrandi, nú Annika er við at stjala ræðið á hesi íløgu.

Somuleiðis undrar tað stórliga, at nakar borgarstjóri í Føroyum kann taka undir við kunngerðini. Borgarstjórar eru valdir at verja áhugamálini hjá borgarunum og als ikki at søpla burtur ta hart vunnu samansparing, ið vanlig fólk umvegis kommunuskattin hava lagt til síðis til ellisár. Vónandi eru tað onnur, sum varnast hetta óintelligenta sniðálopið, og nokta at lata sær lynda.

Hví vaknar eingin landspolitikkari? Talan er um rán á alljósum degi. Eg vil staðiliga heita á landspolitikkarar og borgarstjórar um at hjálpa til at steðga ørskapinum. Bæði kommunufeløgini hava longu mótmælt.

Mín áheitan á Anniku: tak kunngerðina aftur og tak kommunurnar við upp á ráð.

Jógvan í Skorini