Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Jógvan Skorheim (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Annika Olsen hevur lagt eina køvandi hond yvir bústaðarneyðina

2019-01-09 23:05

Tað var margháttligt at hoyra Anniku Olsen harta Betri samtakinum, nú Betri hevur slept ætlanunum at fara víðari við íbúðarbygging. Annika Olsen hevur sovið í tímanum. Hon hevur ongan vilja víst at taka ábyrgdina á seg sum borgarstjóra, men hevur spælt bóltin víðari til onnur at taka sær av. Tíverri bleiv uppskotið um at loyva kommunum at byggja íbúðir blankt avvíst av Anniku, við orðunum “kappingaravlagandi”.

Vit mugu koma burtur úr hesari sentrifuguni, har myndugleikar ikki vilja taka ábyrgd, men framhaldandi koyra hana frá sær. Onkur vil hava pensjónsfeløg at gera íløguna, ein annar vil hava sterkar privatar fyritøkur at gera íløguna, meðan onnur vilja geva skuldina til manglandi átøk frá landinum. Felags fyri øll hesi er, at eingin tekur bóltin á sína hálvu og byrjar at byggja upp, so vit koma á mál við at loysa íbúðarneyðina.

Meðan alt hetta gongur fyri seg, so eru tað enn fleiri fólk, sum ikki fáa tak yvir høvdið, men standa framhaldandi í einari ótolandi støðu. Nærum hvørja viku fái eg óformligar spurningar, um kommunan ikki kann hjálpa við bústøðum. Svarið er tíverri enn noktandi.

At kalla hetta “kappingaravlagandi” er púra burturvið. Allar kommunur kappast um barnagarðspláss, tað gagnar familjunum, sum skulu seta føtur undir egið borð. Allar kommunur hava longu í dag myndugleikan at útstykkja, og eisini planera grundstykkir til vanliga sethúsabygging, tað gagnar eisini øllum teimum mongu, ið ynskja at byggja sær nýggj hús. Hví skulu vit ikki geva teimum familjum, ið ikki hava ráð ella møguleika at byggja sær hús, møguleikan at fáa eina íbúð? Tað er mær púra óskiljandi.

Uppskotið snýr seg júst um, at kommunurnar fáa heimild saman við vinnulívinum, so skjótari kann komast á mál.

Vit kenna eisini søguna við dagstovnaøkinum og eldraøkinum. Uppraðfestingin er sjónlig, síðani kommunurnar fingu ábyrgdina. Flestu kommunur kring alt landið gera sítt ítasta fyri at geva øllum borgarum góð dagstovnapláss, og á eldraøkinum hava fleiri kommunur sett í verk nýggj átøk, ið ongantíð høvdu komið á skrá, um landið framhaldandi hevði ábyrgdina.

Fyri eina kommunu hevði tað verið munandi bíligari og betri gagnnýtsla at bygt nakrar íbúðir ella gjørt eina raðhúsabygging, ið nøktaði tørvin á íbúðarneyðini, enn at halda á við sama leisti at taka stórt lendi til fá sethús.

Lat kommunurnar fáa heimild at loysa íbúðarneyðina saman við vinnulívinum, so skal tað nokk ganga skjótt at loysa avbjóðingarnar.

Jógvan Skorheim