Annika, Jákup og Motesquieu - Álop á Fólkaræði

2016-03-25 03:48

Áhugavert er at hoyra og lesa, hvussu Annika Olsen og Jákup Mikkelsen úr fólkaflokkinum royna at grundgeva fyri at skerja fólkaræði í Føroyum, við at útihýsa samfealgsbólkum úr Løgtinginum. Nú fyrst borgarstjórum, men tey eru opin fyri at útihýsa øllum kommunustýrislimum, hava tey longu melda út.

Áhugavert er eisini at hoyra, hvussu Montesquieu verður nýttur í hesum samanhanginum. Montesquieu, sum var heitur forsprákari fyri Aristokrati ella Yvirstættarveldi. Har tað í hansara hugaheimið var ein sjálvfylgja at ávís serrættindir í samfelagnum vóru arvaði. Serliga til fyrst fødda sonin í eini familju.

Montesquieu verður mangan nevndur tann franski “Adam Smith”. Kanska er tað ein av orsøkunum fyri, at Annika og Jákup eru so hugtikin av honum.

Tað er tó rætt, at hann hevur havt eina ávirkan á, hvussu vit hava innrætta okkara samfelag við uppbýtingini av útinnandi, lóggevandi og dømandi valdinum. Men hann doyði fyri 261 árum síðani, og er fólkaræði ment sera sera nógv síðani tá.

Heilt frá fyrstu tankunum um demokrati í Grikkalandi, Rom, o.s.fr. hevur menningin av fólkaræðnum ligið í, at geva borgarunum ávirkan og atgongd til parlamenti og lóggevandi valdið, fyri at tryggja at valdið liggur hjá fólkinum. Vit hava flutt okkum frá, at tað í fyrstani bert vóru nøkur heilt fá útvald, ið fingu atgongd, til í dag har tað eru bert heilt fáa sum ikki fáa atgongd til lóggevandi valdið. Einastu avmarkningarnar eru, at tú skal vera myndigur, reina revsiváttan og hava statsborgarskap í tí landinum, tú stillar upp í.

Tí er tað eitt álop á fólkaræði, nú Fólkaflokkurin, við Anniku Olsen og Jákupi Mikkelsen ætla venda gongdini aftur. Tey vilja hava, at lóggávuvaldið aftur skal fara at avmarka, hvør kann sita við lóggávuvaldinum, og umboða fólkið. Ein vandamikil leið at ganga.

Um uppskotið hjá Anniku og Jákupi verður samtykt, so fær fólkaræði eitt “skot fyri bógvin” og valdið verður savna enn meir í høvuðsstaðnum.

Samtykkir løgtingið uppskotið, so verður gongd sett á eina avlaging av fólkaræðnum, sum vit kenna tað í dag. Fyrst vóru fólkavald landsstýrisfólk útihýst úr Løgtinginum. Nú skulu borgarstjórar, og síðani aðrir kommunustýrispolitikkara útihýsast. Tað er longu fráboða.

Onkur samgonga fer kanska at halda, at reiðara hava ov sterk áhugamál, og kanska eisini alarar, tí skulu teir eisini útihýsast. Nærlagt er eisini at hugsa sær, at av tí at átrúnaður hevur nógv at siga her á klettunum, at onkur samgonga í framtíðini eisini fer at útihýsa átrúnaðarligum politikkarum. Soleiðis kundi eg hildið áfram, inntil vit í seinasta enda hava savna valdið á nøkrum heilt fáum hondum, sum umboða nøkur heilt ávís áhugamál, serliga umboðandi høvuðsstaðin, tí tað er har flest fólk búgva.

Landspolitikkur vs. Lokalpolitikkur

“Okkara greiða fata er, at í Løgtinginum rekur man landspolitkk, har atlit skulu takast at heildini. Harvið tó ikki sagt, at man ikki kann taka lokalpolitisk atlit” skrivar Annika Olsen í greinini “Fólkaræði í vanda – alt politiskt vald savnað á færri hondum”.

Hvat merkir hetta? Hvussu kann man taka atlit til heildina, uttan eisini at taka lokalpolitiska áhugamál við, eins og fiski- og vinnu áhugamál, skúlaáhugamál, heilsuáhugamál og áhugamál frá alskins samfelagsbólkum. Heildin merkir, at øll áhugamál skulu hoyrast og vera umboðaði, ikki so?

Annars er tað beinleiðist skeivt tá Annika førðir fram í Løgtinginum, at tað bleiv gjørt eitt undantak í lógina, soleiðis at fólkavald allíkavæl fingu loyvi at taka sæti á Løgtinginum. Undantakið sum bleiv gjørt er, at í mun til onnur lond, so bleiv ein avmarking sett inn í Føroysku lógina, har m.a. nakrar ásetingar/avmarkingar eru um tíni starvsviðurskfitir annars og løgtingsarbeið. Ein avmarking. Tað var ein heilt serlig áseting, sum ikki eru í londunum rundan um okkum, og sum vit vanliga samanbera okkum við.

Lat okkum kallað ein spaka ein spaka. Tað snýr seg um vald, og hvør skal hava tað

Tað er ongin loyna, at Annika Olsen hevur altíð melda greitt út, at hon metir vit hava ov nógvar kommunur í Føroyum, og at tær eiga at vera lagdar saman við lóg, tá tær ikki sjálvbodnar finna útav tí. Tað er ein greið sannførðing, og eru tað nøkur onnur við Anniku, sum hava somu sannførðing. Tað er ein erlig søk. Hon vil hava ein kommunureform, sum hon ikki hevur fingið undirtøku fyri enn. Kanska tí at kommunurstýrislimir sita í Tinginum, og eru ímóti tí. Men mest tí, at borgaranir úti í kommununum ynskja ikki hendan kommunureformin.

Tí er tað avgerðandi at borgarstjórar/kommunupolitikkarar eisini sita í Løgtinginum, og kunna umboða borgaranar úti runt um í landinum í spurninginum um kommunusamanleggingar og øllum øðrum, sum viðvíkir kommununum og bygdunum. Tað er ikki rætt at útihýsa við lóg politiskum mótstøðufólki.

Eitt havi lært hesi skjótt 12 árini eg havi verið í kommunupolitikki. Og tað er, at tað er ræðandi hvussu lítið Løgtingið og miðfyristingin í Havn veit um okkara dagligdag, sum liva og virka uttanfyri Tórshavn. Er ongin at umboða hesi sjónarmiðini, so verður okkum ikki lív laga um stutta tíð, og tá vera Føroyar fátækar.

Kommunurnar í Føroyum hava størri sjálvsavgerðarrætt, enn eitt nú í Danmark, og er hetta mangan eitt haft um beinini á fleiri løgtingslimum, serstakuliga teimum úr Suðurstreymi.

Vit hava sæð í Danmark, at so hvørt kommunurnar eru vornar størri og størri og meira homogenar, hevur fólkatingið lóggivið heimildirnar frá kommununum, til fólkatingið, við tí úrslitið, at tað er skaptur ein sera stórur ójavni og missnøgd millum kommmunurnar uttanfyri Keypmannahavn.

Ein grundgeving, Annika og Jákup nýta í viðmerkingunum til lógaruppskotið er, at “borgarstjórar BURDU ikki hava stundir at røtk bæði størvini”, nú fleiri málsøkir eru løgt til kommunurnar at umsita. Ein sera tunn grundgeving, sum eg ikki vil viðmerkja meir enn, at so BURDI arbeiðsuppgávan hjá landsmyndugleikunum vera minka samsvarandi, ikki so?

Tann meira áhugaverda grundgevingin hjá teimum er, at í dag eru borgarstjórar ikki eins fyri lógini. Tríggir hava fingið játtandi svar frá sínum kommunustýrðum, so teir eisini kunna taka sæti á Tingið, men borgarstjórin í Klaksvík fekk ikki loyvi. Her eri eg samdur við teimum at okkurt má gerst. Men í staði fyri at úthýsa øllum borgarstjórum, so eigur tað at vera tryggja teimum øllum at kunna taka sæti, tá fólkið hevur valt teir til báðar sessinar. Tað eigur at vera broytt.

Lat okkum tryggja og styrkja okkara fólkaræði, og í staðin fyri at úthýsa politiskari mótstøðu, syrgjar fyri at øll áhugamál kunna vera umboðaði í okkara Løgtingið.

Jóhan Christiansen,

borgarstjóri í Eysturkommunu