Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Andstøðan máar grundarlagið undan landsstýrismálanevndini

KÆRUMÁL: Løgmaður hevur ikki í hyggju at fylgja niðurstøðuni hjá andstøðutinglimunum í landsstýrismálanevndini av teirri einfaldu orsøk, at hon als ikki tekur faklig atlit, men einans politisk atlit.

Við bara at taka politisk atlit máa andstøðulimirnir í landsstýrismálanevndini grundarlagið undan landsstýrismálanevndini. Tað heldur løgmaður, nú landsstýrismálanevndin hevur gjørt niðurstøðu í máli, har løgmaður er kærdur fyri at hava sett lóggávuna til viks í sambandi við niðurstøðu um, at § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini er yvirtikin.

“Tað er sera óheppið, at andstøðulimirnir í landsstýrismálanevndini ikki fylgja løgfrøðisligu ráðgevingini, sum greitt vísir, at lógarheimild er, ið gevur løgmanni rætt at lýsa § 14, stk. 2 at vera yvirtikið. Tað er óhoyrt, at landsstýrismálanevndin, ið hevur til uppgávu at hava rættarliga eftirlitið við løgmanni og landsstýrisfólkum, ikki fylgir løgfrøðiligu ráðgevingini,"heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Løgmaður hevur ikki í hyggju at fylgja niðurstøðuni hjá andstøðutinglimunum í landsstýrismálanevndini av teirri einfaldu orsøk, at hon als ikki tekur faklig atlit, men einans politisk atlit.

"Eg fari ikki at ganga ímóti løgfrøðiligu ráðgevingini hjá Løgmansskrivstovuni, danska forsætismálaráðnum, kirkjumálaráðnum, barna- og sosialmálaráðnum, løgtingsfyrisitingini og løgfrøðiligu ráðgevingini hjá landsstýrismálanevndini. Tað havi eg eisini gjørt greitt í mínum hoyringarskrivi til landsstýrismálanevndina,"sigur løgmaður.

Løgmaður sendi fyrrapartin sítt ummælisskriv til landsstýrismálanevndina.

Tað kann lesast her