ANDREW DJURHUUS - 100 ára minni

2020-04-04 15:05

SKRIVAÐ: Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar 03.04.2020 - gjaranes@gmail.com- Tlf: +298 228314

____________________________________________________________________________________________________

ANDREW DJURHUUS - 100 ára minni

Í dag, 03. apríl, eru 100 ár síðan pápi mín, Andrew Djurhuus, var føddur. Hann varð borin í heim Innan Glyvur, Strendur tann 03. apríl 1920. Andaðist á Landssjúkrahúsinum fyri 21 árum síðani tann 19. juni 1999 79 ára gamal. Tað náttina svav eg inni á stovuni hjá pápa. Eg, Elsa, mamma og Hervør minnist væl hvussu friðfull løtan var, tá sálin flutti úr likaminum og heim í Himmalin .

ÆTTARFEDRARNIR:Pápi var sonur Jósup Djurhuus, sum var sonur Díðrik Djurhuus, ið var annar av niðurseturmonnunum Innan Glyvur. Díðrik var abbasonur Jens Christian Djurhuus, sum gifti seg til Sjóvargarðin við Sjógv í Kollafirði,vanliga róptur Sjóvarbóndin ella skaldið við Sjógv. Sjóvarbóndin, Jens Christian Djurhuus, kom av prestagarðinum á Nesi, Toftir, og var sonur tað kendu Mariu Rønning og Jóhan Djurhuus, sum var sonur Próst Djurhuus - Andrew Djurhuus, pápi mín, var sostatt oldurabbasonur Sjóvarbóndan við Sjógv í Kollafirði!

Mamma til pápa var ættað innan úr Húsi við Sjógv á Strondum og kallaðist Petronella. Hon var bóndadóttur. Hon var systir Andrias bónda við Sjógv, sum kundi feira sín 100 ára dag í 1980. Hann var fyrsta mannfólk í Føroyum, sum í nýggjari tíð náddi 100 ára aldur. Tann kendi Ríki Rasmus við Sjógv á Strondum var pápabeiggi ommu og sostatt abbabeiggi pápa.

ABBI GIFTUR SEG AFTUR:Mamma pápa doyði, tá pápi bert var 2 ára gamal. Abbi sæt eftir við trimum synum. Marin Poulsen, vanliga rópt Marin á Forum, sum var gift við mammubeiggja til pápa og búði við Sjógv á Strondum, tók pápa til sín og hevði í huga at fostra hann upp sum sín egna son. Men tá abbi trý ár seinni giftist við Poulinu Danielsen av Hvítanesi fer pápi aftur inn í barnaheimið Innan Glyvur. Tað valdaði, alt tað eg kann minnast, eitt inniligt forhold millum fosturmammu pápa, Poulinu og Marin á Forum . Í mínum barnaárum kendi eg báðar hesar kvinnur sum ommur hjá mær.

KEMUR TIL TRÚGV:Pápi og brøður hansara vuksu ikki upp í einum ríkmansheimi, men tann andaligi evangeliski førningurin var ríkiligur. Omma var komin til persónliga trúgv á Jesus sum ung genta, og hetta gav hon víðari til sínar synir.

Tá pápi var 18 ára gamal fer hann til Havnar at arbeiða, og hann gjørdist Havnamaður burturav, tí hann kom ongantíð aftur inn á Glyvur at búgva. Hann kom at ganga á møti í Ebenezer (gamla Ebenezer), har hann kom til persónliga trúgv sum ein ungur maður.

25 ára gamal fór hann til Íslands, har hann arbeiddi á einum bóndagarði á Reykjavíkarleiðini. Hann kom trúfast á møti í Brøðrasamkomuni, Bræðraborgarstígur, í Reykjavík og í Frelsunarherinum, har hann onkuntíð hevði vitnisburð, tá høvið var til tess.

HÝRUVOGNSFØRARI:Í 1948 kom pápi heimaftur, og tá fór hann at koyra hýruvogn í Havnini. Í 1953 tók hann stig til, saman við Eigil Gunnarson og Jóhannes Berg, at stovna hýruvognsstøðina P/F AUTO, sum enn, 67 ár seinni, er eitt virksamt og gevandi arbeiðspláss í Havnini.

Mamma og pápi giftust í 1950, og á heysti sama ár flyta tey inn í nýbygdu húsini í Jákup Nolsøesgøtu úti í Grønlandi í Havn, har mamma enn býr. Mamma verður 88 10 juni í ár.

Pápi og mamma gingu regluliga á møti í Ebenezer (gamla Ebenezer, seinni nýggja Ebenezer). Pápi var onkuntíð við møtibátinum hjá Ebenezer, sum kallaðist Boðberin, og tá var tað mangan, at hann tók meg við, tá eg var smádrongur. Hetta eru kær minnir í huga mínum.

Lívsleiðin hjá pápa varð hýruvognskoyring, og mær fyrikom, at hann treivst betur og betur í hesum arbeiði sum hann eldist. Men brádliga vóru boð eftir honum, bert 59 ára gamal, tá hann fekk heilabløðing. Hetta gjørdi, at hann ikki fór at koyra hýruvogn aftur, nakað, sum nívdi hann meint tey nógvu fylgjandi árini. Men pápi bar lagnu sína stillførur inni við seg sjálvan. Hann fekk 20 góð ár eftir hetta og gjørdist ein habilur “privatsjaførur” hjá mammu, sum aldri sjálv fekk koyrikort.

MINNINI EFTIR PÁPA:Eg minnist so væl biltúrarnar, sum mamma og pápi gjørdi, tá eg var smádrongur. Pápi dámdi væl at fara biltúrar við okkum, og tað var eisini hugnaligt og stuttligt hjá mær sum smádrongi.

Tá kundi man ikki koyra teir longu túrarnar, men tað var ein túrur, sum pápi mangan gjørdi og tað var niðan á Hvítanes. Tá vit vóru komin har til, at vit sóu inn á Strendur, tá steðgaði pápi altið eina góða løtu. Eg hugsi tað var tí, at hann sá gøtuljósini niðan ígjøgnum Selvindisbrekkuna og omaneftir Sjóvarbrekku. Hann gleddist um hesa sjónina, tí Strendur var millum fyrstu bygdir á Skálafjørðinum, sum fekk gøtuljós.

KOYRA INN TIL OMMU:Eg minnast so væl, einaferð hann segði við meg, meðan vit sótu í bilinum og hugdu inn á Strendur: “Tá tú verður vaksin, tá fer man at kunna koyra inn til ommu!”Eg hugsi mangan í dag hví pápi segði hetta og hvat hann bygdi tað á. Tað má sigast í dag at hava verið eitt rættuligt profeti, tí um fáar mánar kann man koyra júst av Hvítanesi og beint í túni, har eg mangan spældi sum smádrongur.

Børnini hjá mær og Elsu minnast pápa sum ein góðan og gávublíðan abba. Tey minnast, at tá hann sendi tey í handilin at keypa Dimmalætting, so gav hann teimum altið tað sum leyp av, og tað kundi vera nógv. Tey siga, nú tey eru vaksin, at tað kundi stundum gerast ein kapping teirra millum at fara til handils fyri pápa.

VITJAÐI OKKUM:Pápi dámdi serdeilis væl at vitja okkum, tey árini vit búðu í Vatnsoyrum. Grundstykkið var stórt við nakað av ódýrkaðum haga, og har dámdi honum at ganga við spakanum og royna at leiða vatn burtur. Eisini dámdi honum væl, tá vit fluttu inn á Skalafjørðin, tí tá kundi hann vitja heimbygdina Innan Glyvur, samstundis sum hann vitjaði okkum á Glyvrum.

Tey árini vit búðu í Kristnastovu í Keypmannahavn vóru hann og mamma góð til at vitja okkum, bæði á sumri og á jólum. Pápi stórtreivst við rívuni í túninum í Kristnastovu.

Pápi og mamma lærdi meg veg Guds og at elska Guds fólk og samkomu Guds. Tey vóru mær ein góð fyrimynd.

Vit minnast pápa, verfaðir, abba og langabba við nógvum góðum minnum, og lýsa Guds signing yvir minni eftir – Andrew Djurhuus.

NB: Vit høvdu lagt ætlanir, at øll familjan við abba- og langabbabørnum skuldu møtast í dag úti á grøvini, og síðani til eina máltíð heima hjá mammu, men hetta varð alt avlýst vegna coronaumstøður. Um so var, so høvdu vit verið ein stórur flokkur savnaði í dag.