Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Amerika viðurkent Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels (2. partur)

(Jerusalem – søguligt yvirlit)

Í fyrru greinini ”Amerika viðurkent Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels”, umrøddi eg brot úr søgu Ísraels, eftir at bretski herurin tók Jerusalem frá turkum, Osmannaríkinum, í 1917 fram til seksdagakríggið í 1967, tá ið Eystur-Jerusalem aftur kom undir jødiskt vald eftir at hava verið meiri enn 2000 ár undir ymsum fremmandum ræði. Í hesi grein verður farið longur aftur í søguna – til ættarfaðir jødanna – Ábraham, sum varð kallaður av Gudi at fara til Kánansland umleið ár 2000 fyri Kristus.

Fyrsta ábending um Jerusalem í Bíbliuni, er í 1. Mósebók 14,18, tá staðurin Salem verður nevndur í samband við Ábram ættarfaðir jødanna. Í Josvabók 10,1 er tó fyrstu ferð navnið Jerusalem beinleiðis er nevnt í Bíbliuni.

Tíðin, tá ið ísraelsfólk búðu sum fremmand í Egyptalandi, var umleið 1900-1500 fyri Kristus.Tá ið ísraelsfólk var komið inn í landið, eftir útlegdina í Egyptalandi, fekk Judaættin Jerusalem og landaøkið har sum teirra ognarlut. Eftir hetta kom dómaratíðin og kongatíðin í Ísrael, sum var fram til 586 fyri Kristus.

Dávid kongur gjørdi Jerusalem til ein heilagan bý við at flyta sáttmálaørk Guds úr Kirjat Jearim, uttan fyri Jerusalem og inn í Dávidsstað – Jerusalem, sum samstundis gjørdist høvuðsstaður Ísraels.

Síðani hava Jerusalem og navn Dávids verið tengt saman. Dávid var føddur í Betlehem, var kongur í Hebron í 7 ár, síðani kongur í Jerusalem í 33 ár. Dávid kongur búði meginpartin av lívi sínum í Jerusalem. Har doyði hann og er grivin.

Í árinum 586 fyri Kristi føðing tók Nebukadnezar kongur Jerusalem, flutti ein stóran part av íbúgvunum til Bábel og setti eld á býin, sum brendi í grund. Millum teirra, sum tá vóru burturfluttir, vóru Dániel og vinir hansara.

Eftir 70 ára útlegd, tá ið Kýrus kongur í Persia hevði tikið valdið í Bábel, fekk fólkið loyvi at koma heimaftur m.a. undir leiðslu Nehemiasar, Ezra og Zerubbabels. Ísraelsfólk komu úr útlegdini og fóru undir at byggja nýtt tempul í Jerusalem, sum varð kallað Zerubbabels tempul. Hetta annað tempul Ísraels var liðugt bygt umleið ár 516 fyri Kristus.

Tíðina undan Kristi føðing var heilaga landið m.a. hersett av Sýrlandi. Hendan tíðin ber fram ímóti makkabearatíðini umleið ár 200 fyri Kristus, til tætt fram ímóti, at rómverjar tóku landið. Umleið frá ár 103 til 63 fyri Kristus var Ísraelsland eitt sjálvstýrandi kongaríki - einasta tíðarskeið við jødiskum frælsi síðani útlegdartíð teirra til Bábel. Frælst varð landið ikki aftur fyrr enn í 1948 tá ísraelska ríkið varð endurreist og stovnað av nýggjum.

Í árinum 63 fyri Kristi føðing til ár 324 eftir Kristi føðing hersettu rómverjar landið, sum ráddu har á Jesusar døgum. Heródes kongur, róptur Heróds tann stóri, umvældi Zerubbabel-templið og bygdi Antoniaborgina, ið gjørdist stjórnarborg í Jerusalem. Jødar gjørdu uppreistur móti rómverjum umleið ár 66 eftir Kristus. Hetta hevði ógvisligar avleiðingar, tí rómverjar fóru harðliga fram móti íbúgvum Jerusalems og templið varð brent í grund. Hundraðtúsundtals jødar lótu lív. Í sambandi við uppreistur jødanna er tað, at vit hava frásøguna um Massada.

Árini 324-614 hava byzantinar (eysturrómverka keisararíkið) valdi í ísraelslandi og persarar árini 614-637.

Í árunum 637-661 varð landið hertikið av arabiskum-muslimum.

Árini 661-1099 varð Ísraelsland hersett av ymsum arabiskum fólkabólkum, til landið fall í hendurnar á krossfararunum, sum ráddu har árini 1099-1187. Tá var tað Saladin sultanur, sum var muhammedsmaður, sigraði á krossfararunum í bardaganum við fjallið Hattinshornið millum Nazaret og Genezaretsvatnið. Endamál krossfararanna var at bjarga heilaga landinum undan valdi muslima.

Árini uml. 1250-1517 var Jerusalem undir yvirræði egyptisku mamelukka.

Árini 1517-1917 hevði Turkaland (Osmannaríkið) valdið í Ísraelslandi og Jerusalem. Í hesum tíðarskeiði, í uml. 1537, vórðu múrarnir, sum nú eru rundan um gamla Jerusalem, bygdir.

Nú kemur tíðarskeiðið tá ið bretska heimsveldið sigraði á Turkalandi (Osmannaríkinum) sum hevði valdið í Jerusalem og Ísrael. Hetta hendi í 1917, undir fyrra heimsbardaga. Bretland hevði yvirræðið í gamla jødalandi til 14. mai 1948, tá ið teir tóku seg úr landinum á midnátt hendan dagin. Sama seinnapart kl.16 lýsti Dávid Ben Gurion Ísrael at vera ein sjálvstøður státur.

Í 1980 tók ísraelska stjórnin avgerð um, at gera sameinda Jerusalem til høvuðsstað landsins. 6.desember 2017 viðurkendi Amerika, sum heimsins fyrsta land, Jerusalem, sum høvuðsstað Ísraels.

24. desember 2017 valdi miðamerikanska landið Guatemala eisini at viðurkenna Jerusalem.

Svenning av Lofti

Les eisini: Amerika viðurkent Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels (1. partur)