Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Amerika viðurkent Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels (1. partur)

Sætti desember 2017 gjørdist søguligi dagurin, tá ið Amerika, sum hitt fyrsta av heimsins londum, viðurkendi Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels. Ein avgerð, ið bíðað hevur verið eftir. Síðani hava Kekkia og Guatemala fylgt Amerika eftir.

Tí gjørdist 6. desember ein gleðidagur fyri jødar í Ísrael og jødar kring allan heim. Sum ferðaleiðari í Ísrael seinastu 40 árini, fegnist eg eisini.

Ísrael varð lýst sum sjálvstøðugt ríki 14. mai 1948 í húsunum hjá borgmeistaranum í Tel Aviv, Meir Dizengoff. Tel Aviv var høvuðsstaður Ísraels fyribils. Men í 1980 samtykti ísraelska stjórnin at gera Jerusalem til høvuðsstað landsins. Av politiskum orsøkum, av ótta fyri arabisku londunum og oljuríkidømi teirra, hava heimsins lond – eisini eftir 1980 - havt sendistovur sínar í Tel Aviv og ikki í Jerusalem, høvuðsstaði Ísraels.

Hóast fleiri útlegdartíðir og sum Skriftin sigur: ”Jerusalem skal liggja niðurtraðkað av heidningunum, inntil tíð heidninganna er at enda”, so eru jødarnir tó komnir aftur til heimland teirra eftir útlegd. Hetta er sanniliga galdandi fyri heimkomu jødanna til Ísraels á okkara døgum, sum eitt profetorð so rámandi sigur: ”Hvørji eru hesi, ið koma flúgvandi sum skýggj sum dúvur til búr síni....fremst sigla tarsisskip, ið føra børn tíni higar úr fjarløgu”. (skýggj=flogfør)

Jødar, sum hesi seinastu 2000 árini hava verið spjaddir kring allan heim, hava hildið páskir til minnis um útferð fedra teirra úr Egyptalandi. Undir páskahaldinum á hvørjum ári hava jødarnir sagt: ”Næsta ár í Jerusalem”.Henda útsøgn ber okkum boð um innarliga longsulin, ið býr í brósti jødanna: At koma heimaftur til fedraland teirra, Ísrael.

Eingin onnur av heimsins tjóðum hevur nakrantíð havt Ísrael sum sítt heimland. Heldur ikki hevur nøkur onnur tjóð havt Jerusalem sum sín høvuðsstað – einans Ísrael.

Jerusalem er nevndur fleiri enn 700 ferðir í Bíbliuni, men Jerusalem er ongantíð nevndur í Koranini.

Undir fyrra heimsbardaga – í desember 1917 – varð Jerusalem hertikin av enska herinum og herleiðararanum Edmund Allenby. Tá høvði Turkaland haft ræði í har í 400 ár. Bretar høvdu valdið í Jerusalem og øllum landinum, til 14. mai 1948, tá ið ísraelski státurin varð stovnaður sum ein frælsur og sjálvstøðugur jødiskur státur.

Fyrstur at góðkenna nýstovnaða Ísrael, var Truman forseti í Amerika.

Í krígnum millum arabarar og Ísrael í 1947-1948 hertók kongaríkið Trans-Jordan valdið í Eystur-Jerusalem. Eystur-Jerusalem var eftir býtisætlanini hjá felag Sameindu Tjóða í 1947 kosin at verða altjóða øki, har øll skuldu ferðast frítt til tey heilagu støðini.

Summi siga, at arabarar áttu Eystur-Jerusalem áðrenn Ísrael tók hendan gamla býarpartin í 1967.

Hetta er ikki so.

Jerusalem varð hersettur av Jordan í 1948-1967, umframt onnur øki í Juda og Samaria.

Hóast bæði jødar og arabarar búðu í Jerusalem, so áttu hvørki jødar ella arabarar gamla Jerusalem.

Bretar høvdu ræðisrættin á Jerusalem og øllum landinum frá 1917 til á midnátt 14. mai 1948.

Í vápnaða stríðnum, sum tók seg upp millum arabarar og jødar í Palestina 1947-48, fór kongaríki Trans-Jordan, ið var eystanfyri ánna Jordan, í part við arabarum og tók Eystur-Jerusalem og landaøkið eystanfyri Jerusalem.

Árini 1948-1967 varð jødum noktað atgongd til Grátimúrin/Vesturmúrin, sum teir høvdu havt atgongd til frammanundan,

Eftir at Ísrael í 1967 varð álopið av kongaríkinum Jordan í byrjanini av seksdagakrígnum í juni 1967, tók Ísrael Eystur-Jerusalem og alt økið eystur til ánna Jordan, sama økið sum Jordan hevði hertikið 19 ár frammanundan. Soleiðis gjørdist Eystur-Jerusalem aftur ein partur av Ísrael saman við Vestur-Jerusalem.Tað var henda sameinda Jerusalem, sum Amerika góðkendi 6. desember sum høvuðstað Ísraels.

Skriftorð í tekstinum: Lukas 21,24 og Esaias 60,8-9. 

Svenning av Lofti
lofti@olivant.fo