Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum síðani 14.februar.

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini (farloyvi síðani febr.2019), tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.11 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Altjóða hugsunarháttur

2015-06-18 14:47

Føroyum og føroyingum tørvar ein altjóða mentalitet. Okkum tørvar meiri altjóða samstarv til at menna okkum til kappingarføri innan vinnulív, útbúgving og mentan. Okkara samfelag krevur fjølbroytni og tað verður best tryggjað ígjøgnum samstarv við ymisk lond.

Vit eiga at seta okkum høg mál og arbeiða miðvíst fyri at sleppa av við heimastýrismentalitetin.

Mentan og vinna

Tá tað kemur til mentan, so eiga vit at fara nógv longur út í heim við okkara tónleiki, bókmentum og list. Mentan er ein dýrt keypt vøra, og gevur hon nógv avkast, um vit duga at gagnnýta hana, sum tað góða umboð, hon er fyri Føroyar. Til dømis eiga føroyskar bókmentir í nógv størri mun at verða umsettar til mong mál eins og okkara list og tónleikur skulu marknaðarførast víða hvar. ítrotturin hevur á sama hátt kastað ljós á Føroyar, føroyska mentan og føroyskar vørur, og hesum eiga vit í nógv størri mun at fara miðvíst eftir.

Útbúgving

Innan útbúgving og gransking koma vit ikki nóg langt, um vit ikki sum sjálvstøðugur partur fara upp í altjóða samstarv av ymiskum slagi. Okkum tørvar, at nógvir føroyingar umframt enskt duga ymisk fremmandamál, sum kunnu gagna t.d. vinnulívinum. Lunnar verða lagdir undir hetta í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum og so á miðnámsskúlunum. Vit mugu læra okkum tey fyri okkum mest viðkomandi málini í heiminum - og fleiri teirra eisini.

Framsókn

Framsókn vil út í heim at marknaðarføra Føroyar m.a. við føroysku mentanini. Vit vilja stuðla nýhugsandi frambrotum, har mentan og vinna ganga saman út í heim. Framsókn vil leggja lunnar undir skipanir, sum styrkja ein altjóða mentalitet og samstarv kring allan heim - samstarv millum lond, mál og mentanir - um vinnu, mentan og útbúgving – stutt sagt ein altjóða politikk - eisini á fólkatingi.

X við F

Hanna Jensen